
Lønarumsitingin á Almannaverkinum flutt til Føroya Gjaldstovu
Viðvíkjandi umsiting av lønum, so varð mett, at tvey starvsfólk arbeiddu við at avgreiða lønir innan eldraøkið. Hesi vóru ikki søgd úr starvi,
Svar uppá fyrispurning eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um starvsfólk innan eldraøkið, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hvussu nógv fólk starvaðust innan eldraøkið, røkt og almennari fyrisiting, áðrenn málsøkið varð lagt út til kommunurnar?
2. Hvussu nógv fólk starvast nú innan eldraøkið í røkt og fyrisiting, eftir at uppgávan er løgd út til kommunurnar/samstarvsøkini at fyrisita?
3. Hvussu nógv minkaði starvsfólkahópurin í miðfyrisitingini, tá eldraøkið bleiv yvirtikið av kommunalu samstørvunum?
Viðmerkingar
Ofta
verður sagt, at almenn miðfyrisiting bert veksur, og at tað ikki er nøkur sparing, um
uppgávurnar í staðin verða lagdar kring landið.
Av hesi orsøk er spurningurin viðkomandi, um nakrar sparingar sígggjast í miðfyrisitingini, tá uppgávan at røkja eldraøkið nú er lagt út í nærumhvørvið í átta kommunalum samstørvum.
Á Løgtingi, 11. mars 2016
Kári P. Højgaard
Svar:
1.
Hvussu nógv fólk
starvaðust innan eldraøki, røkt og almennari fyrisiting, áðrenn málsøkið varð
lagt út til kommunurnar?
Í november 2013 læt ein arbeiðsbólkur, mannaður við umboðum fyri Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Almannaverkinum, úr hondum “Frágreiðing um starvsfólkaviðurskifti í sambandi við, at eldrarøktin verður løgd til kommunurnar at umsita”. Í lógaruppskotinum til løgtingslóg um ávís starvsfólkaviðurskifti, tá heimatænastan, eldrarøktin v.m. verður løgd til kommunurnar at umsita, stendur, at uppskotið byggir á omanfyrinevndu frágreiðing.
Í fylgiskjali 3 til hesa frágreiðing er eitt
yvirlit yvir starvsfólkabólkar hjá landinum, á sjálvsognarstovnum og hjá
kommununum. Niðanfyri sæst, hvussu nógv ársverk vóru fyri ávikavist land,
sjálvsognarstovnar og kommunur.
Yvirlit yvir starvsfólk: |
Landið/Eldradepilin |
Sjálvsognarstovnar |
kommunur |
Í alt |
Ársverk |
365,39 |
206,56 |
131,495 |
703,445 |
Í talvuni omanfyri sæst, at áðrenn eldrarøktin varð
flutt út til kommunurnar at umsita, vóru 703 ársverk í eldrarøktini. Øll hesi
starvsfólkini vórðu flutt út til kommunurnar í sambandi við útleggingina av
heimatænastu, eldrarøkt o.a.
Sambært spurninginum, verður ynskt, at síggja býtið av starvsfólkum í bólkunum “røkt” og “fyrisiting”. Tað má tíverri staðfestast, at tað er ikki so einfalt at skilja starvsfólkini í hesar bólkar.
Áðrenn eldrarøktin varð løgd til kommunurnar at umsita, var økið býtt millum land, kommunur og sjálvsognarstovnar. Eingin felags starvsfólkaumsiting var fyri alt økið. Tí er sera trupult at fáa neyvar upplýsingar til vega um tal av starvsfólkum og býtið millum røkt og fyrisiting.
Hinvegin vísir talvan, at 365 ársverk vóru sett í Eldradeplinum í Almannaverkinum. Upplýsast kann í hesum sambandi, at í mars 2014 varð gjørt upp, at umleið 37 ársverk av samlaðu ársverkunum innan Eldradepilin (tvs. starvsfólk hjá landinum), fór til leiðslu og fyrisiting – 9 ársverk til skrivarar og bókhaldarar og 28 ársverk til leiðslu.
Umframt tey starvsfólkini, sum vóru sett í Eldradeplinum á Almannaverkinum, loysti sentrala fyrisitingin í Almannaverkinum uppgávur fyri eldrarøktina. Tað snúði seg í høvuðsheitum um fíggjarstýring, løgfrøðiligar tænastur, viðgerð av starvsfólkamálum, leiðslu, journal, móttøku og telefonavgreiðslu.
Viðmerkjast skal, at talan er um starvsfólk, sum ikki vóru sett bert til at taka sær av uppgávum fyri eitt ávíst øki. Hesi starvsfólk røktu uppgávur tvørturum í øllum Almannaverkinum, og var ein partur av útreiðslunum goldin av eldrarøktini.
Av tí at kommunurnar hava ábyrgdina av eldraøkinum,
varð hesin spurningur sendur víðari til Kommunufelagið. Við upplýsingum frá
kommununum, hevur Kommunufelagið gjørt upp, hvussu nógv ársverk eru innan
eldrarøktina í dag. Umframt eitt samlað tal, er eisini gjørt upp í ársverkum
fyri ávikavist røkt og fyrisiting.
Yvirlit yvir
starvsfólk |
Røkt |
Fyrisiting |
Tilsamans |
Ársverk |
754,9 |
34,7 |
789,6 |
Viðmerkjast skal, at ávís óvissa er knýtt at uppgerðini, og talan er um eina løtumynd. Í løtuni fara nógvar bygnaðarbroytingar fram í fleiri av samstørvunum, harundir eisini Tórshavnar Kommunu, og tískil kann hendan myndin skjótt broytast.
Eisini eru fyristingarnar ymiskt skipaðar. Í summum førum er fyrisitingin skipað sum partur av einari kommunalari fyrisiting. Í øðrum førum er fyrisitingin skipað sum ein sjálvstøðug eind uttanfyri kommunurnar. Hetta kann í ávísan mun ávirka støddina av fyrisitingini. Harafturat er visitatiónin í summum førum partur av fyrisitingini, meðan hon í øðrum førum er partur av røktini.
3. Hvussu nógv minkaði starvsfólkahópurin í miðfyrisitingini, tá eldraøkið bleiv yvirtikið av kommunalu samstørvunum?
Í sjálvari
miðfyrisitingini minkaði starvsfólkahópurin ikki. Málsviðgerðarnir í
Almannamálaráðnum eru generalistar, og arbeiða vanliga við fleiri málsøkjum í
senn. Starvsfólkini eru sostatt ikki oyramerkt til at arbeiða við einum ávísum
øki.
At leggja eldraøkið til kommunurnar at umsita,
kravdi nógva orku, serliga í 2013/2014. Tí var hendan uppgávan raðfest
frammarlaga í mun til aðrar uppgávur í ráðnum um tað mundið.
Hóast eldraøkið í dag er ein kommunal uppgáva, so er tað framhaldandi uppgávan hjá Almannamálaráðnum at tryggja dagføring av lóggávum á økinum. Eisini verður arbeitt við at fáa greiðar mannagongdir fyri, hvussu myndugleikarnir samskipa tænastur til borgarar, sum hava tørv á hjálp frá fleiri almennum tænastum ella skipanum.
Hinvegin síggjast broytingar í starvsfólkahópinum í sentralu fyrisitingini í Almannaverkinum í sambandi við útleggingina av eldrarøktini. Í Almannaverkinum vóru tillagingar framdar í sentralu fyrisitingini, og ein avleiðing av hesum var, at fýra fólk vóru søgd úr starvi fyrst í árinum 2015, eins og leys størv ikki vóru sett aftur. Aðrar sparingar vóru eisini framdar innan annan rakstur enn lønir.
Viðvíkjandi umsiting av lønum, so varð mett, at tvey starvsfólk arbeiddu við at avgreiða lønir innan eldraøkið. Hesi vóru ikki søgd úr starvi, men í staðin bleiv øll lønarumsitingin á Almannaverkinum flutt til Føroya Gjaldstovu.
Eyðgunn Samuelsen
Landsstýriskvinna