Lønarumsitingin á Almannaverkinum flutt til Føroya Gjaldstovu

Viðvíkjandi umsiting av lønum, so varð mett, at tvey starvsfólk arbeiddu við at avgreiða lønir innan eldraøkið. Hesi vóru ikki søgd úr starvi,

Svar uppá fyrispurning eftir
Tingskipanini § 52a



Fyrispurningur um starvsfólk innan eldraøkið,
settur landsstýrismanninum í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen (at svara
skrivliga eftir TS § 52a)



1.     
Hvussu
nógv fólk starvaðust innan eldraøkið, røkt og almennari fyrisiting, áðrenn
málsøkið varð lagt út til kommunurnar?



2.     
Hvussu
nógv fólk starvast nú innan eldraøkið í røkt og fyrisiting, eftir at uppgávan
er løgd út til kommunurnar/samstarvsøkini at fyrisita?



 3.     
Hvussu
nógv minkaði starvsfólkahópurin í miðfyrisitingini, tá eldraøkið bleiv yvirtikið
av kommunalu samstørvunum?



Viðmerkingar



Ofta
verður sagt, at almenn miðfyrisiting bert veksur,  og at tað ikki er nøkur sparing, um
uppgávurnar í staðin verða lagdar kring landið.



Av
hesi orsøk er spurningurin viðkomandi, um nakrar sparingar sígggjast í miðfyri­sitingini,
tá uppgávan at røkja eldraøkið nú er lagt út í nærumhvørvið
  í átta kommun­alum samstørvum.



 



Á Løgtingi, 11. mars 2016



Kári P. Højgaard



 



Svar:



1.     
Hvussu nógv fólk
starvaðust innan eldraøki, røkt og almennari fyrisiting, áðrenn málsøkið varð
lagt út til kommunurnar?



Í november 2013 læt ein arbeiðsbólkur, mannaður
við umboðum fyri Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, Kommunala
Arbeiðsgevarafelagnum og Almannaverkinum, úr hondum “Frágreiðing um
starvsfólkaviðurskifti í sambandi við, at eldrarøktin verður løgd til kommunurnar
at umsita”. Í lógaruppskotinum til løgtingslóg um ávís starvsfólkaviðurskifti,
tá heimatænastan, eldrarøktin v.m. verður løgd til kommunurnar at umsita,
stendur, at uppskotið byggir á omanfyrinevndu frágreiðing.



Í fylgiskjali 3 til hesa frágreiðing er eitt
yvirlit yvir starvsfólkabólkar hjá landinum, á sjálvsognarstovnum og hjá
kommununum. Niðanfyri sæst, hvussu nógv ársverk vóru fyri ávikavist land,
sjálvsognarstovnar og kommunur.
























Yvirlit yvir starvsfólk:



Landið/Eldradepilin



Sjálvsognarstovnar



kommunur



Í alt



Ársverk



365,39



206,56



131,495



703,445






 



Í talvuni omanfyri sæst, at áðrenn eldrarøktin varð
flutt út til kommunurnar at umsita, vóru 703 ársverk í eldrarøktini. Øll hesi
starvsfólkini vórðu flutt út til kommunurnar í sambandi við útleggingina av
heimatænastu, eldrarøkt o.a.



Sambært spurninginum, verður ynskt, at síggja býtið
av starvsfólkum í bólkunum “røkt” og “fyrisiting”. Tað má tíverri staðfestast,
at tað er ikki so einfalt at skilja starvsfólkini í hesar bólkar.



Áðrenn eldrarøktin varð løgd til kommunurnar at
umsita, var økið býtt millum land, kommunur og sjálvsognarstovnar. Eingin
felags starvsfólkaumsiting var fyri alt økið. Tí er sera trupult at fáa neyvar
upplýsingar til vega um tal av starvsfólkum og býtið millum røkt og fyrisiting.



Hinvegin vísir talvan, at 365 ársverk vóru sett í
Eldradeplinum í Almannaverkinum. Upplýsast kann í hesum sambandi, at í mars
2014 varð gjørt upp, at umleið 37 ársverk av
samlaðu
ársverkunum innan Eldradepilin (tvs. starvsfólk hjá landinum), fór
til leiðslu og fyrisiting – 9 ársverk til skrivarar og bókhaldarar og 28
ársverk til leiðslu.



Umframt tey starvsfólkini, sum vóru sett í
Eldradeplinum á Almannaverkinum, loysti sentrala fyrisitingin í Almannaverkinum
uppgávur fyri eldrarøktina. Tað snúði seg í høvuðsheitum um fíggjarstýring,
løgfrøðiligar tænastur, viðgerð av starvsfólkamálum, leiðslu, journal, móttøku
og telefonavgreiðslu.

Viðmerkjast skal, at talan er um starvsfólk, sum ikki
vóru sett bert til at taka sær av uppgávum fyri eitt ávíst øki. Hesi starvsfólk
røktu uppgávur tvørturum í øllum Almannaverkinum, og var ein partur av
útreiðslunum goldin av eldrarøktini.



 2.     
Hvussu nógv fólk starvast nú innan eldraøkið í
røkt og fyrisiting, eftir at uppgávan er løgd út til kommunurnar/samstarvsøkini
at fyrisita?



Av tí at kommunurnar hava ábyrgdina av eldraøkinum,
varð hesin spurningur sendur víðari til Kommunufelagið. Við upplýsingum frá
kommununum, hevur Kommunufelagið gjørt upp, hvussu nógv ársverk eru innan
eldrarøktina í dag. Umframt eitt samlað tal, er eisini gjørt upp í ársverkum
fyri ávikavist røkt og fyrisiting.



 



















Yvirlit yvir
starvsfólk



Røkt



Fyrisiting



Tilsamans



Ársverk



754,9



34,7



789,6







Viðmerkjast skal, at ávís óvissa er knýtt at
uppgerðini, og talan er um eina løtumynd. Í løtuni fara nógvar bygnaðarbroytingar
fram í fleiri av samstørvunum, harundir eisini Tórshavnar Kommunu, og tískil
kann hendan myndin skjótt broytast.



Eisini eru fyristingarnar ymiskt skipaðar. Í
summum førum er fyrisitingin skipað sum partur av einari kommunalari
fyrisiting. Í øðrum førum er fyrisitingin skipað sum ein sjálvstøðug eind
uttanfyri kommunurnar. Hetta kann í ávísan mun ávirka støddina av
fyrisitingini. Harafturat er visitatiónin í summum førum partur av
fyrisitingini, meðan hon í øðrum førum er partur av røktini.



3.     
Hvussu nógv minkaði starvsfólkahópurin í
miðfyrisitingini, tá eldraøkið bleiv yvirtikið av kommunalu samstørvunum?



Í sjálvari
miðfyrisitingini minkaði starvsfólkahópurin ikki. Málsviðgerðarnir í
Almannamálaráðnum eru generalistar, og arbeiða vanliga við fleiri málsøkjum í
senn. Starvsfólkini eru sostatt ikki oyramerkt til at arbeiða við einum ávísum
øki.



At leggja eldraøkið til kommunurnar at umsita,
kravdi nógva orku, serliga í 2013/2014. Tí var hendan uppgávan raðfest
frammarlaga í mun til aðrar uppgávur í ráðnum um tað mundið.



Hóast eldraøkið í dag er ein kommunal uppgáva, so
er tað framhaldandi uppgávan hjá Almannamálaráðnum at tryggja dagføring av
lóggávum á økinum. Eisini verður arbeitt við at fáa greiðar mannagongdir fyri,
hvussu myndugleikarnir samskipa tænastur til borgarar, sum hava tørv á hjálp
frá fleiri almennum tænastum ella skipanum.



Hinvegin síggjast broytingar í starvsfólkahópinum
í sentralu fyrisitingini í Almannaverkinum í sambandi við útleggingina av
eldrarøktini. Í Almannaverkinum vóru tillagingar framdar í sentralu fyrisitingini,
og ein avleiðing av hesum var, at fýra fólk vóru søgd úr starvi fyrst í árinum
2015, eins og leys størv ikki vóru sett aftur. Aðrar sparingar vóru eisini
framdar innan annan rakstur enn lønir.



Viðvíkjandi umsiting av lønum, so varð mett, at
tvey starvsfólk arbeiddu við at avgreiða lønir innan eldraøkið. Hesi vóru ikki
søgd úr starvi, men í staðin bleiv øll lønarumsitingin á Almannaverkinum flutt
til Føroya Gjaldstovu.



 



Eyðgunn Samuelsen



Landsstýriskvinna