Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lisitatión Tunlar Norður um Fjall

Lisitatión hevur verið á Landsverki hósdagin, nú gongd skal setast á til sjálvar tunlarnar Norður um Fjall.

Kl.13:00  var lisitatión á Landsverki, nú gongd skal setast á verkætlanina til sjálvar tunlarnar Norður um Fjall.

Væntandi fer arbeiði til tunlarnar í gongd summar.

Tríggjar fyritøkur hava latin tilboð inn og eru talan um Articon, J&K Petersen og NCC.   

Tilboðini sum komu inn, vóru áljóðandi:

Articon: 373.780.332,- kr.

J&K Petersen: 392.176.177,- kr.

NCC: 458.395.020,- kr.  

Hesin partur av verkætlanini var kostnaðarmettur at vera áleið 400 mió kr. Tá er el-arbeiði ikki við.

Samlaða metingin fyri verkætlanina er í verklagslógini 522 mió.

Landsverk fer nú at gjøgnumganga tilboðini.  

Niðanfyri eru nakrar myndir frá lisitatiónini.