Lisitatión hevur verið á Landsverki hósdagin, nú gongd skal setast á til sjálvar tunlarnar Norður um Fjall.
Kl.13:00 var lisitatión á Landsverki, nú gongd skal setast á verkætlanina til sjálvar tunlarnar Norður um Fjall.
Væntandi fer arbeiði til tunlarnar í gongd summar.
Tríggjar fyritøkur hava latin tilboð inn og eru talan um Articon, J&K Petersen og NCC.
Tilboðini sum komu inn, vóru áljóðandi:
Articon: 373.780.332,- kr.
J&K Petersen: 392.176.177,- kr.
NCC: 458.395.020,- kr.
Hesin partur av verkætlanini var kostnaðarmettur at vera áleið 400 mió kr. Tá er el-arbeiði ikki við.
Samlaða metingin fyri verkætlanina er í verklagslógini 522 mió.
Landsverk fer nú at gjøgnumganga tilboðini.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá lisitatiónini.