Lip- og lymfødembólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu
Lip- og lymfødembólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnaløtu týskvøldið 8 mars 2021 kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegi 58, í Havn.
At práta og fáa góð ráð, um tað man hevur til felags, kann verða gott og gevandi.
Á skránni verður hugni, prát og drekkamuður, umframt at Anne Lisa Davidsen og Armgarð Hammer fara at greiða frá og vísa myndir frá ráðstevnuni, tær vóru á í november 2021.
Nevndin fer eisini at greiða frá , hvat hon hevur arbeitt við í seinastuni, innan økið.
Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð
Kundi tú hugsað at luttikið, vinarliga boða frá í seinasta lagi mánadagin 7. mars kl. 12.00 á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo