Lip- og lymfødembólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu

Lip- og lymfødembólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnaløtu týskvøldið 8 mars 2021 kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegi 58, í Havn.

At práta og fáa góð ráð, um tað man hevur til felags, kann verða gott og gevandi. 

Á skránni verður hugni, prát og drekkamuður, umframt at Anne Lisa Davidsen og Armgarð Hammer fara at greiða frá og vísa myndir frá ráðstevnuni, tær vóru á í november 2021. 

Nevndin fer eisini at greiða frá , hvat hon hevur arbeitt við í seinastuni, innan økið.

Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð 

Kundi tú hugsað at luttikið, vinarliga boða frá í seinasta lagi mánadagin  7. mars kl. 12.00 á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo