Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

So eru síðstu undirskrftirnar komnar uppá pláss, og Atlantsflog kann taka við Airbus 319-flogfarinum í Hamburg. Á myndini síggjast umboð fyri Atlantic Airways og Airbus fyrr í dag.

Leveringin av Airbus 319 undirskrivað

Í dag er stórt ferðalag farið til Hamburg í Týsklandi, har Airbus skal handa Atlantic Airways nýggja Airbus 319-flogfarið. Undirskriftirnar vórðu fyrr í dag settar á leveringsskjølini, so felagið nú kann yvirtaka flogfarið

 Flogfarið verður latið Atlantic Airways við eitt hátíðarhald á Airbus-verksmiðjuni í Finkenwerder í morgin. Á hátíðarhaldinum verða fleiri enn 100 fólk og fjølmiðlar úr ymsum londum.

Røðarar verða m.a. Chris Buckley, Airbus, Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways. Sørvágs Tónleikarafelag fer á hátíðarhaldinum at frumframføra tónleikaverk, sum Atli Kárason hevur skrivað til høvið.

Verkið verður aftur framført á flogvøllinum í Vágum, tá flogfarið hevur sett seg í morgin. Har fara m.a. Jóhan Dahl, landsstýrismaður, og Bjarni A. Bjarnason, nevndarformaður í Atlantic Airways, at halda røður.