Leveringin av Airbus 319 undirskrivað

Í dag er stórt ferðalag farið til Hamburg í Týsklandi, har Airbus skal handa Atlantic Airways nýggja Airbus 319-flogfarið. Undirskriftirnar vórðu fyrr í dag settar á leveringsskjølini, so felagið nú kann yvirtaka flogfarið


 Flogfarið verður latið Atlantic Airways við eitt hátíðarhald á Airbus-verksmiðjuni í Finkenwerder í morgin. Á hátíðarhaldinum verða fleiri enn 100 fólk og fjølmiðlar úr ymsum londum.


Røðarar verða m.a. Chris Buckley, Airbus, Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways. Sørvágs Tónleikarafelag fer á hátíðarhaldinum at frumframføra tónleikaverk, sum Atli Kárason hevur skrivað til høvið.


Verkið verður aftur framført á flogvøllinum í Vágum, tá flogfarið hevur sett seg í morgin. Har fara m.a. Jóhan Dahl, landsstýrismaður, og Bjarni A. Bjarnason, nevndarformaður í Atlantic Airways, at halda røður.