Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landgrunnur, sild og ílegur

Ein av høvuðsuppgávunum hjá Havstovuni er at savna vitan um tað livandi tilfeingið og umhvørvið í føroyskum sjóøki og at seta vitanina saman í eina heild.
 
Á ráðstevnuni Gransking í Føroyum fingu fólk frá Havstovuni høvi at greiða frá einum parti av granskingini á stovninum.
 
* Sólvá Jacobsen tók samanum gransking á Landgrunninum, síðan Havstovan varð sett á stovn: http://www.hav.fo/PDF/Fyrilestrar/GiF2017_SJ.pdf
 
* Ian Salter greiddi frá verkætlan síni um at nýta ílegur í sjónum til at kanna vistfrøði í føroyskum sjógvi: http://www.hav.fo/PDF/Fyrilestrar/GiF2017_IS.pdf
 
* Inga Kristiansen legði fram um vistfrøði á opnum havi og møgulig sambond millum umhvørvi, reyðæti og norðhavssild: http://www.hav.fo/PDF/Fyrilestrar/GiF2017_IK.pdf
 
Omanfyri eru leinki til hvørja framløgu.
 
Ráðstevnan varð hildin í Norðurlandahúsinum tann 16. november, og var tað Fróðskaparfelag Føroya, í samstarvi við granskingarstovnar í Føroyum, sum skipaði fyri.