Landgrunnur, sild og ílegur
Ein av høvuðsuppgávunum hjá Havstovuni er at savna vitan um tað livandi tilfeingið og umhvørvið í føroyskum sjóøki og at seta vitanina saman í eina heild.
Á ráðstevnuni Gransking í Føroyum fingu fólk frá Havstovuni høvi at greiða frá einum parti av granskingini á stovninum.
Omanfyri eru leinki til hvørja framløgu.
Ráðstevnan varð hildin í Norðurlandahúsinum tann 16. november, og var tað Fróðskaparfelag Føroya, í samstarvi við granskingarstovnar í Føroyum, sum skipaði fyri.