Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lægri skattur og hægri barnafrádráttur

Ein beinleiðis lækking í skattatrýstinum við hálvum prosenti og ein hækking av barnafrádráttinum við 45%, svarar á leið til kostnaðin av einum skattaprosenti, men er lutfalsliga ein størri bati fyri barnafamiljurnar.
 

Fíggjarætlan Tórshavnar Kommunu 2013


Uppskotið til fíggjarætlan hjá Tórshavnar Kommunu er lagt fyri býráðið. Uppskotið javnvigar við 613 mill. kr.

 

Í 2012 javnvigaði fíggjarætlanin við 636 mill. kr. Fíggjarætlanin er løgd út frá teirri fortreyt, at skattaprosentið lækkar úr 20,75% til 20,25% og barnafrádrátturin hækkar við 45% úr 5.500 kr. upp í 8.000 kr. 
 
Rakstarútreiðslurnar verða í 2013 í alt 507 mill. kr. og íløgurnar knappliga 98 mill. kr. Harafturat verða gjørdar íløgur á útvið 10 mill. kr., sum verða fíggjaðar av ikki brúktum íløgujáttanum frá undanfarnum árum.
 
Rakstrarútreiðslurnar økjast soleiðis við 7 mill. kr. og svarar tað til eina hækking á 1,3%. Men brúkaraprístalið er frá 2. ársfjórðingi 2011 til 2. ársfjórðing í 2012 hækkað úr 118,4 til 121. Hetta er ein vøkstur á 2,2%. Hetta merkir, at kostnaðarstøðið er hækkað væl meira enn vøksturin í rakstrarútreiðslunum. 
 
Samgongan hevur lagt seg eftir, at raksturin skal økjast sum minst, uttan at hetta nervar tænastustøðið. Íløgurnar eru slakar 98 mill., umframt tær nevndu 10 mill. Lániskuldin hjá kommununi verður áleið 184 mill. kr. við árslok, og tá er ikki roknað við nýggjum lántøkum í 2013. Partur av láninum er ikki tikin enn, soleiðis at lániskuldin í dag er 145 mill. kr.  
 
Inntøkumetingarnar fyri 2013

Í 2013 væntar Tórshavnar kommuna eina skattainntøku uppá 613 mill. kr. Inntøkumetingin byggir á eina framskriving av persónsskattainntøkunum fyrstu 8 mánaðirnar í 2012. Í fíggjarætlanini fyri 2012 er roknað við eini inntøkuhækking á 2% í mun til framskrivingina. Ein hækking í skattskyldugu inntøkuni uppá 1% gevur áleið 8 mill. kr. í meirinntøku. 
 
Landsbankin hevur gjørt eina meting av lønarútgjaldingunum í  2013. Roknað verður við einum vøkstri, sum í besta føri er 6,2% og í ringasta føri 0,3%. 
 
Íløgur

Íløgur verða gjørdar fyri 108 mill. kr. tilsamans. Hetta er lægri enn í 2011, men skyldast fyrst og fremst, at skatturin lækkar og barnafrádrátturin hækkar. Umframt íløguætlanina á 108 mill. eru eisini tøkar ikki brúktar íløgujáttanir frá undanfarnu árum, sum nú er 122 mill. Ov drúgt er at nevna allar íløgurnar, men ein sundurgreining er við í uppskotinum til fíggjarætlan. Tríggjar tær størstu íløgurnar eru:
 
•            Brúgv um Sandá 25 mill. kr.
•            Tórsvøllur 10 mill. kr.
•            Renovatión 10 mill. kr. 
 
Játtan er eisini sett av til at halda fram við arbeiðinum at byggja nýggjan Musikkskúla. Projekteringin verður liðug í 2013, tá lendisarbeiðið eisini kann byrja. Somuleiðis er játtan sett av til svimjihyl og nýggjan Vesturskúla, soleiðis at fyrireikingararbeiðið við hesum stóru verkætlanunum kann halda fram. Fremjingin av vatnveitingar- og kloakkeringsskipanin heldur eisini fram.
 
Altíð eru fleiri ynskir um játtanir bæði til rakstur og íløgur, men hetta er tað, sum fíggjarstøðan hjá kommununi kann bera, uttan at lánibyrðan verður økt. Tað merkir samstundis, at skulu broytingar gerast í uppskotinum, so eigur tað at verða gjørt við at broyta raðfestingarnar.
 
Fíggjarviðurskifti annars

Partafelagsskatturin er mettur at verða 18 mill. kr. Hetta eru 4 mill. kr. minni enn í 2012. Kommununar partur av partafelagsskattinum lækkaði eftir at tað almenna broytti býtislykilin millum land og kommunur. Partafelagsskatturin fyri 2013 verður álíknaður skattskyldugu úrslitunum í 2012. Tí er sera torført at meta um, hvussu nógv kemur inn í skatti. Metingin er varin og grundað á fyribils útmeldingar.
 
Við árslok 2012 verður lánibyrðan hjá kommununi áleið 184 mill. kr. Við ársbyrjan var lániskuldin 154  mió. kr. Fíggjarnevndin samtykti at taka lán uppá 50 mill. kr. í 2011. Hetta lánið er ikki tikið enn, tí er lániskuldin sum nú er 145 mill. kr.  Í fíggjarætlanini fyri 2013 verða kr. 9 mill. kr. goldnar í rentum, og avdráttir á 17 mill. kr verða fíggjaðir av meirinntøkum frá 2011 og 2012.
 
Gjaldførið hjá kommununi er nøktandi, hóast stórar upphæddir eru lagdar út fyri útstykkingar o.a. Pengar eru tøkir, tí partur av íløgunum eru seinkaðar í mun til ætlanina, og játtaninar eru fluttar fram til seinni fíggjarár.
 
Tað er ein stórur fyrimunur at kunna fíggja dagliga tørvin við egnum gjaldføri, tí tá slepst undan at søkja fígging í peningastovnunum. Mett verður, at eitt minsta gjaldføri á 60-70 mill. kr. er hóskandi.
 
Høvuðsbroytingarnar í rakstrarútreiðslunum eru hesar:
 
Tilhald til heimleys

Tørvur er á einum tilhaldi, ella sonevndari hitastovu, til heimleys í dagtímunum. Frelsunarherurin og Blái Krossur hava bútilboð til heimleys við stuðli úr landskassanum sbrt. forsorgarlógini, men hetta er í høvuðsheitum eitt tilboð um náttarvist. Í dagtímunum hava tey heimleysu einki skipað tilhald við tí úrsliti, at hesi halda til úti á gøtuni. 
 
Samgongan hevur sett sær fyri at skipa eina hitastovu fyri heimleysum í dagtímunum, og hevur tí sett hálva millión av til rakstur. Umframt at veita eitt tilhaldsstað til samveru undir skipaðum viðurskiftum, er hitastovan eitt tilboð, tey heimleysu frítt kunnu brúka, og har tey kunnu fáa nærveru og umsorgan. Ætlanin er at gera avtalu við hjálparfelagsskap at standa fyri hitastovuni.
 
Hallarstuðul
 
Samgongan hevur sett sær fyri at økja stuðulin ella endurgjaldið til hallarleiguna hjá ítróttafeløgunum. Í dag fáa feløgini 40% av hallarleiguni aftur. Í fíggjarætlanini er skotið upp at økja stuðulin til 60%, og verður hetta at lætta um raksturin hjá feløgunum. 
 
Ungdómsvirksemi
 
Samgongan hevur lagt stóran dent á barna- og ungdómsmentan, fyrst við Margarinfabrikkini, síðani við skipaðum ungdómsvirksemi í Nólsoy. Fyri tveimum árum síðan var skjøtil settur á ungdómshús í Hoyvík undir heitinum Klubb 188, og í fjør eisini í Vesturbýnum. Samgongan hevur sett eina millión av í rakstri til nýggj ungdómstilboð á Argjum, á Velbastað, í Kollafirði og í Kaldbak eftir nakað sama leisti. 
 
Frítíðartilboð til skúlanæmingar í 3. flokki

Sum eina roynd hevur kommunan í ár skipað frítíðartilboð til skúlanæmingar í 3. flokki í frítíðarskúlunum. Tiltakið hevur fingið góða undirtøku. Samgongan hevur sett sær fyri at halda fram við tilboðnum eftir somu skipan sum frítíðarskúlarnir annars við foreldragjaldi, tó við aðrari normering.
 
Hildið verður fram við ”ókeypis” Bussleiðini eftir sama leisti. Hækkaði systkinafrádrátturin og lækkaða dagsstovnagjaldið verður óbroytt. Nýggj lóggáva viðvíkjandi bygging, tilbúgving og drekkivatni er ávegis. Meira verður játtað til asfalt og kavarudding, og hildið verður fram at umleggja gøtuljósini til orkusparandi skipanir.
 
Samanumtikið kann sigast, at hetta er tað sum fíggjarstøðan hjá kommununi kann bera, uttan at lánibyrðan verður økt, og at rakstrarútreiðslurnar vaksa væl minni enn kostnaðarstøðið. Harnæst heldur samgongan lyftið um at lækka skattatrýstið við tí, sum svarar til á leið ta upphædd, sum eitt skattaprosent kostar, tó soleiðis, at barnafamiljurnar verða tær, sum fáa mest burturúr.

 

-
 

Íløgurnar annars eru hesar:

 

Birkilund

Játtaðar eru 3 mió kr. til fyrireikingar at byggja dagstovn í staðin fyri verandi Birkilund. Í íløguætlanini eru 3 mió kr. aftrat settar av til fyrireikingar. Mett verður, at fyrireikingararbeiðið er komið so mikið áleiðis, at projektering kann byrja í 2013, og útbjóðing og bygging fremjast í 2014-2015.

 

Dagføring av skúlum

3 mió. kr. eru settar av í 2012 at fyrireika nýggjan Vesturskúla í staðin fyri Venjingarskúlan og Kommunuskúlan. Íløgan er so mikið stór og ávirkar í stóran mun møguleikarnar at fremja aðrar byggingar, at mælt verður til at lánifíggja ein part. Á íløguætlanini fyri 2013 eru settar 2 mió kr. aftrat til fyrireikingar.

 

Eysturskúlin Lon E manglar at dagførast. Væntandi kemur hetta at kosta uml. 6 mió kr. Hetta verður fíggjað við 4 mió. kr. av játtanini fyri 2012 og 2 mió. kr. í 2013. Tá ið hetta er gjørt, er skúlin liðugt dagførdur. Næstur skúli í røðini at verða dagførdur er Hoyvíkar skúli at byrja í 2013, har eru settar 2 mió kr. av.

 

Musikkskúlin

Musikkskúlin hevur eina samlaða játtan á 11,7 mió. kr sum er. Væntandi verður arbeiðið at projektera skúlan liðugt í 2013 og arbeiðið kann tá bjóðast út. Væntað verður, at arbeiðið er komið so væl áleiðis, at jørðarbeiðið kann gerast á heysti 2013. Mettur kostnaður fyri projektering og jørðarbeiði er uml. 13 mió. kr. og tí verður mælt til at seta 1,3 mió. kr. aftrat í 2013. Verkætlanin hongur saman við vegarbeiðum á Sundsvegnum, eitt nú ferðslu- og atkomuviðurskifti og fjarhita.

 

Mentunartiltøk o.a.

Arbeiðið at gera Reinsaríið til rútmiskt spælistað og mentanarhøli annars heldur fram. Settar eru 3 mió kr. av til endamálið í 2013.

 

Ítróttaranlegg

FSF og TK gera eftir ætlan samstarvsavtalu um útbygging av Tórsvølli sum samlaða verkætlan at fáa stadion liðugt og at lúka øll altjóða krøv, herundir býtið av fígging millum partarnar, sum skulu seta íløgur av á hvørjum ári. Ætlanin er eisini at ein partur av fíggingini skal koma frá grunnum o.ø. Býráðið hevur samtykt at játta kr. 35 mió til endamálið árini 2013-2015. Í 2013 eru 10 mió kr. settar av.

 

Høllin á Hálsi

Stórur tørvur er á at skifta takið og gera aðrar dagføringar eitt nú á útveggir v.m., tí er neyðugt við 10 mió. kr. í 2013 og nakað tað sama til samans árini 2014-2015. Tá er meginparturin av høllini dagførdur.

 

Hoyvíkshøllin/Kollafjørður

Ætlanin er at gera nýggja portalin til Hoyvíkshøllina lidna, serliga loftshæddina, ið ætlandi skal vera kantina. 2,3 mió kr. eru settar av til endamálið. Til høllina í Kollafirði eru 3 miljónir avsettar. Arbeiðið byrjar nú.

 

Svimjihøll

Játtaðar verða 5 mió kr. aftrat til fyrireikingar til 50 metra svimjihylin, so at samlaða játtanin verður 10 mió kr.

 

Vøllur í Hoyvík

Settar eru 1 mió kr. aftrat til at byggja fótbóltsvøll í Hoyvík.

 

Fríðkan av kommununi

Talan verður um eina ætlan, sum umfatar Skálatrøð, gongugøtuna og miðbýin annars.

 

Kirkjugarðar

Kommunan hevur lógarásettar skyldur viðv. kirkjugørðum. Nú lendisviðurskiftini eru komin uppá pláss, ber til at fara undir at gera kirkjugarðin í Kaldbak og í Hoyvík. Eisini er neyðugt við støðugari útbygging av kirkjugarðinum við Velbastaðvegin. Tað koma yvir 130 nýggj gravstøð árliga.

 

Kloakkir o.a.

Fyri at røkka á mál við spillvatnsætlanin hjá Tórshavnar kommunu eru 6 miljónir settar av í 2013. Írestandi fíggingin er mett til kr. 13 mió.

 

Glyvursvegur við brúgv um Sandá

Talan er um tvær rundkoyringar, íbindingarvegir til brúnna og sjálva brúnna. Arbeiðið er boðið út sum heildararbeiðstøka í aug. 2012. Tilboðini koma inn í oktober 2012. Eftir ætlan verður projekteringin liðug um árskiftið og arbeiðið byrjar fyrst í 2013 og skal verða liðugt í mai 2014. Uml. 14 mió eru játtaðar í 2011 og 2012, meðan restin skal fíggjast av íløgum í 2013 og 2014.

 

Sundsvegur

Sundsvegur hevur ein týðandi leiklut sum ferðslusamband frá norðastu býlingunum í býnum, til ringvegin og miðbýin. Og Sundsvegurin kemur at fáa enn størri týdning, tá nýggjur innkomuvegur verður gjørdur, og í samband við ferðsluviðurskiftini við komandi musikskúlan og í Sortudýki annars. Sundsvegurin hevur eisini ein týðandi leiklut í víðari menningini av fjarhitanetinum í býnum, sum enn hevur nógva tøka orku.

 

Súkklubreytir

Arbeiðið við at gera skipaðar súkklubreytir heldur fram.

 

Renovasjón

Ketilin á brennistøðini og tilhoyrandi skipanir skulu skiftast út. Arbeiðið er boðið út.

 

Miðbýarætlan

6 miljónir standa avsettar til eina heildarætlan um trivna í miðbýnum.

 

Golfvøllurin

Golfvøllurin á Glyvursnesi er størsta ferðavinnupolitiska átak í Føroyum í langa tíð. Arbeiðið at gera vøllin lidnan er byrjað, nú flagið av Tórsvølli er lagt út. 5 miljónir eru tøkar til arbeiðið.

 

 

Vegna Tórshavnar býráð

 

Heðin Mortensen

Borgarstjóri