Ein beinleiðis lækking í skattatrýstinum við hálvum prosenti og ein hækking av barnafrádráttinum við 45%, svarar á leið til kostnaðin av einum skattaprosenti, men er lutfalsliga ein størri bati fyri barnafamiljurnar.
Fíggjarætlan Tórshavnar Kommunu 2013
Uppskotið til fíggjarætlan hjá Tórshavnar Kommunu er lagt fyri býráðið. Uppskotið javnvigar við 613 mill. kr.
Í 2012 javnvigaði fíggjarætlanin við 636 mill. kr. Fíggjarætlanin er løgd út frá teirri fortreyt, at skattaprosentið lækkar úr 20,75% til 20,25% og barnafrádrátturin hækkar við 45% úr 5.500 kr. upp í 8.000 kr.
Rakstarútreiðslurnar verða í 2013 í alt 507 mill. kr. og íløgurnar knappliga 98 mill. kr. Harafturat verða gjørdar íløgur á útvið 10 mill. kr., sum verða fíggjaðar av ikki brúktum íløgujáttanum frá undanfarnum árum.
Rakstrarútreiðslurnar økjast soleiðis við 7 mill. kr. og svarar tað til eina hækking á 1,3%. Men brúkaraprístalið er frá 2. ársfjórðingi 2011 til 2. ársfjórðing í 2012 hækkað úr 118,4 til 121. Hetta er ein vøkstur á 2,2%. Hetta merkir, at kostnaðarstøðið er hækkað væl meira enn vøksturin í rakstrarútreiðslunum.
Samgongan hevur lagt seg eftir, at raksturin skal økjast sum minst, uttan at hetta nervar tænastustøðið. Íløgurnar eru slakar 98 mill., umframt tær nevndu 10 mill. Lániskuldin hjá kommununi verður áleið 184 mill. kr. við árslok, og tá er ikki roknað við nýggjum lántøkum í 2013. Partur av láninum er ikki tikin enn, soleiðis at lániskuldin í dag er 145 mill. kr.
-
Íløgurnar annars eru hesar:
Birkilund
Játtaðar eru 3 mió kr. til fyrireikingar at byggja dagstovn í staðin fyri verandi Birkilund. Í íløguætlanini eru 3 mió kr. aftrat settar av til fyrireikingar. Mett verður, at fyrireikingararbeiðið er komið so mikið áleiðis, at projektering kann byrja í 2013, og útbjóðing og bygging fremjast í 2014-2015.
Dagføring av skúlum
3 mió. kr. eru settar av í 2012 at fyrireika nýggjan Vesturskúla í staðin fyri Venjingarskúlan og Kommunuskúlan. Íløgan er so mikið stór og ávirkar í stóran mun møguleikarnar at fremja aðrar byggingar, at mælt verður til at lánifíggja ein part. Á íløguætlanini fyri 2013 eru settar 2 mió kr. aftrat til fyrireikingar.
Eysturskúlin Lon E manglar at dagførast. Væntandi kemur hetta at kosta uml. 6 mió kr. Hetta verður fíggjað við 4 mió. kr. av játtanini fyri 2012 og 2 mió. kr. í 2013. Tá ið hetta er gjørt, er skúlin liðugt dagførdur. Næstur skúli í røðini at verða dagførdur er Hoyvíkar skúli at byrja í 2013, har eru settar 2 mió kr. av.
Musikkskúlin
Musikkskúlin hevur eina samlaða játtan á 11,7 mió. kr sum er. Væntandi verður arbeiðið at projektera skúlan liðugt í 2013 og arbeiðið kann tá bjóðast út. Væntað verður, at arbeiðið er komið so væl áleiðis, at jørðarbeiðið kann gerast á heysti 2013. Mettur kostnaður fyri projektering og jørðarbeiði er uml. 13 mió. kr. og tí verður mælt til at seta 1,3 mió. kr. aftrat í 2013. Verkætlanin hongur saman við vegarbeiðum á Sundsvegnum, eitt nú ferðslu- og atkomuviðurskifti og fjarhita.
Mentunartiltøk o.a.
Arbeiðið at gera Reinsaríið til rútmiskt spælistað og mentanarhøli annars heldur fram. Settar eru 3 mió kr. av til endamálið í 2013.
Ítróttaranlegg
FSF og TK gera eftir ætlan samstarvsavtalu um útbygging av Tórsvølli sum samlaða verkætlan at fáa stadion liðugt og at lúka øll altjóða krøv, herundir býtið av fígging millum partarnar, sum skulu seta íløgur av á hvørjum ári. Ætlanin er eisini at ein partur av fíggingini skal koma frá grunnum o.ø. Býráðið hevur samtykt at játta kr. 35 mió til endamálið árini 2013-2015. Í 2013 eru 10 mió kr. settar av.
Høllin á Hálsi
Stórur tørvur er á at skifta takið og gera aðrar dagføringar eitt nú á útveggir v.m., tí er neyðugt við 10 mió. kr. í 2013 og nakað tað sama til samans árini 2014-2015. Tá er meginparturin av høllini dagførdur.
Hoyvíkshøllin/Kollafjørður
Ætlanin er at gera nýggja portalin til Hoyvíkshøllina lidna, serliga loftshæddina, ið ætlandi skal vera kantina. 2,3 mió kr. eru settar av til endamálið. Til høllina í Kollafirði eru 3 miljónir avsettar. Arbeiðið byrjar nú.
Svimjihøll
Játtaðar verða 5 mió kr. aftrat til fyrireikingar til 50 metra svimjihylin, so at samlaða játtanin verður 10 mió kr.
Vøllur í Hoyvík
Settar eru 1 mió kr. aftrat til at byggja fótbóltsvøll í Hoyvík.
Fríðkan av kommununi
Talan verður um eina ætlan, sum umfatar Skálatrøð, gongugøtuna og miðbýin annars.
Kirkjugarðar
Kommunan hevur lógarásettar skyldur viðv. kirkjugørðum. Nú lendisviðurskiftini eru komin uppá pláss, ber til at fara undir at gera kirkjugarðin í Kaldbak og í Hoyvík. Eisini er neyðugt við støðugari útbygging av kirkjugarðinum við Velbastaðvegin. Tað koma yvir 130 nýggj gravstøð árliga.
Kloakkir o.a.
Fyri at røkka á mál við spillvatnsætlanin hjá Tórshavnar kommunu eru 6 miljónir settar av í 2013. Írestandi fíggingin er mett til kr. 13 mió.
Glyvursvegur við brúgv um Sandá
Talan er um tvær rundkoyringar, íbindingarvegir til brúnna og sjálva brúnna. Arbeiðið er boðið út sum heildararbeiðstøka í aug. 2012. Tilboðini koma inn í oktober 2012. Eftir ætlan verður projekteringin liðug um árskiftið og arbeiðið byrjar fyrst í 2013 og skal verða liðugt í mai 2014. Uml. 14 mió eru játtaðar í 2011 og 2012, meðan restin skal fíggjast av íløgum í 2013 og 2014.
Sundsvegur
Sundsvegur hevur ein týðandi leiklut sum ferðslusamband frá norðastu býlingunum í býnum, til ringvegin og miðbýin. Og Sundsvegurin kemur at fáa enn størri týdning, tá nýggjur innkomuvegur verður gjørdur, og í samband við ferðsluviðurskiftini við komandi musikskúlan og í Sortudýki annars. Sundsvegurin hevur eisini ein týðandi leiklut í víðari menningini av fjarhitanetinum í býnum, sum enn hevur nógva tøka orku.
Súkklubreytir
Arbeiðið við at gera skipaðar súkklubreytir heldur fram.
Renovasjón
Ketilin á brennistøðini og tilhoyrandi skipanir skulu skiftast út. Arbeiðið er boðið út.
Miðbýarætlan
6 miljónir standa avsettar til eina heildarætlan um trivna í miðbýnum.
Golfvøllurin
Golfvøllurin á Glyvursnesi er størsta ferðavinnupolitiska átak í Føroyum í langa tíð. Arbeiðið at gera vøllin lidnan er byrjað, nú flagið av Tórsvølli er lagt út. 5 miljónir eru tøkar til arbeiðið.
Vegna Tórshavnar býráð
Heðin Mortensen
Borgarstjóri