Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kunningarfundir í Evropa

Horizon 2020 almannakunnger í heyst komandi útboðini í arbeiðsprogrammunum (Work Programme) fyri árini 2018-2020. Í hesum sambandi verður skipað fyri kunningarfundum við møguleika fyri at mekla og hitta onnur áhugaði í somu evnum.

Neyðugt er við at skráseta luttøkuna, um tit ynskja at møta á staðnum. Onkur fundur m.a. SC5 umhvørvi, sum verður 8 og 9 november, var fullteknaður beint eftir at latið var upp fyri tilmelding. Hesin fundurin, eins og nakrir av hinum, verða stroymdir á netinum.
 
SC2 Bio - undirevni: 'Sustainable Food Security' (SFS)
6. november 2017, Prag
Meklaraátak í sambandi við altjóða symposium. 
Les meira og boða frá luttøku her: https://www.b2match.eu/foodsecurity2017
 
SC5 Veðurlag, umhvørvi, jarðfrøði o.a. 
8-9 november 2017, Brússel
Kunning um útboðini í 2018. Fundurin er fullteknaður, men verður stroymdur á netinum. 
Les meira her: https://h2020-sc5-info-days.b2match.io/
 
SC7 Kunningartøkni - ICT Proposers' Day 2017
9.-10. november 2017, Budapest
Skráseting av luttøku til 6. november 2017
Les meira og skráset luttøku her: https://ec.europa.eu/digital-single-market/en/events/ict-proposers-day-2017
 
SC1 Heilsa - Healthcare Brokerage Event - MEDICA 2017 
13.-16. november 2017, Dusseldorf
Meklaraátak. Luttøkugjald krevst.
Les meira og skráset luttøku her: https://www.b2match.eu/medica2017
 
SC2 BIO - Info Week
14.-17. november 2017
Skráseting av luttøku áðrenn 20. oktober. Verður sent á netinum.
Les meira og skráset luttøku her: https://ec.europa.eu/programmes/horizon2020/en/news/horizon-2020-societal-challenge-2-infoweek-including-high-level-policy-events
 
SC6 Sosial- og hugvísindi - "Europe in a changing world Inclusive, innovative and reflective societies"
14. november 2017, Brússel

Luttøka er ókeypis, men neyðugt er at skráseta luttøkuna áðrenn 3. november 2017.
Les meira her: https://www.b2match.eu/sc6-2018-brokerage
 
SC3 Orka - SET Plan - Central European Energy Conference (CEEC) 2017
29. november til 1. desember 2017, Bratislava

Luttøka er ókeypis, men neyðugt er at skráseta luttøkuna áðrenn 15. november
Les meira og skráset luttøku her: https://www.setplan2017.sk/index.php/practical/registration
 
Bio- based Industries Joint Undertaking Stakeholder Forum
7. desember 2017, Brússel

Luttøka er ókeypis, men neyðugt er at skráseta luttøkuna.
Les meira um átakið og skráset luttøku her: https://stakeholderforum.bbi.europa.eu/
 
Science With and For Society
Kunningarfundur verður væntandi í desember 2017