Kunningarfundir í Evropa
Horizon 2020 almannakunnger í heyst komandi útboðini í arbeiðsprogrammunum (Work Programme) fyri árini 2018-2020. Í hesum sambandi verður skipað fyri kunningarfundum við møguleika fyri at mekla og hitta onnur áhugaði í somu evnum.
Neyðugt er við at skráseta luttøkuna, um tit ynskja at møta á staðnum. Onkur fundur m.a. SC5 umhvørvi, sum verður 8 og 9 november, var fullteknaður beint eftir at latið var upp fyri tilmelding. Hesin fundurin, eins og nakrir av hinum, verða stroymdir á netinum.
SC2 Bio - undirevni: 'Sustainable Food Security' (SFS)
6. november 2017, Prag
Meklaraátak í sambandi við altjóða symposium.
SC5 Veðurlag, umhvørvi, jarðfrøði o.a.
8-9 november 2017, Brússel
Kunning um útboðini í 2018. Fundurin er fullteknaður, men verður stroymdur á netinum.
SC7 Kunningartøkni - ICT Proposers' Day 2017
9.-10. november 2017, Budapest
Skráseting av luttøku til 6. november 2017
SC1 Heilsa - Healthcare Brokerage Event - MEDICA 2017
13.-16. november 2017, Dusseldorf
Meklaraátak. Luttøkugjald krevst.
SC2 BIO - Info Week
14.-17. november 2017
Skráseting av luttøku áðrenn 20. oktober. Verður sent á netinum.
SC6 Sosial- og hugvísindi - "Europe in a changing world Inclusive, innovative and reflective societies"
14. november 2017, Brússel
Luttøka er ókeypis, men neyðugt er at skráseta luttøkuna áðrenn 3. november 2017.
SC3 Orka - SET Plan - Central European Energy Conference (CEEC) 2017
29. november til 1. desember 2017, Bratislava
Luttøka er ókeypis, men neyðugt er at skráseta luttøkuna áðrenn 15. november
Bio- based Industries Joint Undertaking Stakeholder Forum
7. desember 2017, Brússel
Luttøka er ókeypis, men neyðugt er at skráseta luttøkuna.
Science With and For Society
Kunningarfundur verður væntandi í desember 2017