
Saman við Tórshavn Marathon skipar Krabbameinsfelagið fyri Gongu½maraton 3. juni í 2017. Gang eitt ½ maraton og stuðla Krabbameinsfelagnum.
Kom og gang - Gongu½maraton 3. juni í 2017
Gongu½maraton 3. juni í 2017
Fyri 15. ferð verður skipað fyri Tórshavn marathon. Í ár, eins og tvey tey undanfarnu árini, ber til at ganga ½ maraton. Tað verður gjørt í samstarvi við Krabbameinsfelagið.
Seinastu tvey árini hevur verið fullteknað, so bíða ikki ov leingi at tekna teg. Tekna tú teg í síðsta lagi 30. apríl, so er kostnaðurin 300 kr. og av teimum fara 100 kr beinleiðis til Krabbameinsfelagið. Eftir tað hækkar kostnaðurin.
Tilmelding á: https://app.lap.io/event/2017-torshavn-marathon
Tilmelding
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 1. juni, kl. 18.
Bólkar:
Gongu½maraton
- Øll sum halda seg klára at ganga 21 km kunnu luttaka
Í FM maraton verður kappast í hesum bólkum:
- Kvinnur og menn opin bólkur (f. -1999)
- Kvinnur og menn veteranar (f. 1961-1970)
- Kvinnur og menn superveteranar (f.-1960)
Í Tórshavn maraton verður kappast í hesum bólkum
- Kvinnur og menn opin bólkur (f. -1999)
- Kvinnur og menn 18-39 (f.1977-1999)
- Kvinnur og menn 40-49 (f.1967-1976)
- Kvinnur og menn 50+ (f.-1966)
Í ½ maraton verður kappast í hesum bólkum
- Kvinnur og menn opin bólkur (f. -1999)
- Kvinnur og menn 18-39 (f.1977-1999)
- Kvinnur og menn 40-49 (f.1967-1976)
- Kvinnur og menn 50+ (f.-1966)
Kostnaður fyri tiltakið er:
Tekningarkostnaðurin fyri at ganga ½ maraton er tann sami sum fyri at renna, tó fær Krabbameinsfelagið 100 kr. fyri hvønn, sum teknar seg at ganga ½ maraton.
Tekna teg í síðsta lagi 30. apríl, ½ maraton 300 kr. og 1/1 maraton 550 kr.
Tekna teg millum 1. mai og 31. mai, ½ maraton 350 kr. og 1/1 maraton 600 kr.
Tekna teg 1. juni, ½ maraton 400 kr. og 1/1 maraton 650 kr.
Og minst til, tað er on-line gjalding við tilmelding.
Kort av marathonrutuni sæst her: http://www.torshavnmarathon.com/course/