Kom og gang - Gongu½maraton 3. juni í 2017
Gongu½maraton 3. juni í 2017
Fyri 15. ferð verður skipað fyri Tórshavn marathon. Í ár, eins og tvey tey undanfarnu árini, ber til at ganga ½ maraton. Tað verður gjørt í samstarvi við Krabbameinsfelagið.
Seinastu tvey árini hevur verið fullteknað, so bíða ikki ov leingi at tekna teg. Tekna tú teg í síðsta lagi 30. apríl, so er kostnaðurin 300 kr. og av teimum fara 100 kr beinleiðis til Krabbameinsfelagið. Eftir tað hækkar kostnaðurin.
Tilmelding
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 1. juni, kl. 18.
Bólkar:
Gongu½maraton
- Øll sum halda seg klára at ganga 21 km kunnu luttaka
Í FM maraton verður kappast í hesum bólkum:
- Kvinnur og menn opin bólkur (f. -1999)
- Kvinnur og menn veteranar (f. 1961-1970)
- Kvinnur og menn superveteranar (f.-1960)
Í Tórshavn maraton verður kappast í hesum bólkum
- Kvinnur og menn opin bólkur (f. -1999)
- Kvinnur og menn 18-39 (f.1977-1999)
- Kvinnur og menn 40-49 (f.1967-1976)
- Kvinnur og menn 50+ (f.-1966)
Í ½ maraton verður kappast í hesum bólkum
- Kvinnur og menn opin bólkur (f. -1999)
- Kvinnur og menn 18-39 (f.1977-1999)
- Kvinnur og menn 40-49 (f.1967-1976)
- Kvinnur og menn 50+ (f.-1966)
Kostnaður fyri tiltakið er:
Tekningarkostnaðurin fyri at ganga ½ maraton er tann sami sum fyri at renna, tó fær Krabbameinsfelagið 100 kr. fyri hvønn, sum teknar seg at ganga ½ maraton.
Tekna teg í síðsta lagi 30. apríl, ½ maraton 300 kr. og 1/1 maraton 550 kr.
Tekna teg millum 1. mai og 31. mai, ½ maraton 350 kr. og 1/1 maraton 600 kr.
Tekna teg 1. juni, ½ maraton 400 kr. og 1/1 maraton 650 kr.
Og minst til, tað er on-line gjalding við tilmelding.