Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kirkjan kann, men høgra heldur hurðini stongdað, so sum teir til allar tíðir hava gjørt

Tey ella rættari sagt teir, tí tað eru fyri tað mesta menn, halda seg pr. automatik verða Guðs útvaldu og krevja síðani, at øll rætta seg eftir teirra tulkingum og útleggingum, sum næstan uttan undantak er teirra egni høgravendi heilaspuni tilpassaður einum livihátti har høgra er miðdepulin í øllum verðsligum viðurskiftum, um tað er kvinnukúgan ella vinnuligar eyðræningar ella frammíhjárættindi á sjógvi ella landi fyri at nevna nøkur dømi.


Og nú látast teir aftur at vera við hurðina ella rættari sagt, halda seg vera við Himmiríkis portur, sum Guðs útvaldu, ið skulu vera duravørðar og halda pøbilinum burtur frá at stjala sær vælsignilsi. Lønin er, at teir halda seg gerast stórir í Guðs og í eygum teirra politiskt høgravendu.


Eitt rimmar og lívsskaðligt illusiónsnummar, sum einans kann fáa ein syrgiligan enda.

Og nú eru tað tey samkyndu, ið skulu hava vátan vøtt frammaná. Ikki kirkjuligar samkomur gera manngarð um kirkjuna, sum tey annars eru rímd úr og helst einki vilja hava at gera, fyri at verja hana móti at skulu vælsigna samkynd. Fyri tað fyrsta, so nýtist kirkjuni ikki samkomunnar hjálp, tí kirkjan kann sjálv avgera, hvat hon vil, og hvat hon ikki vil.

 

Fyri tað næsta, so vita vit, at í slíkum førum eigur kirkjuhurðin at verða latin aftur, men ikki stongd. Tí eyðugt er altíð, at hava skálkin við sær, tá mótstøðufólk gerast sleisk.


Eg havi skrivað um vælsignilsi áður, so lat tað liggja á hesum sinni. Tó skal eg vísa til, at ein og hvør kann signa seg sjálvan og onnur við, og at portrið er opið, nær tað skal vera.

At enda skal eg nevna, at teir fyrstu kvinnuligu prestarnir í kongaríkinum vórú vígdir og vælsignaðir í 1948. Leingi vildi ongin vælsigna tær, tær vóru jú k v i n n u r puha. Men so var har ein biskoppur, ið vildi. 3 prestlærdar kvinnur vórðu vælsignaðar og fóru til verka.

 

Og hvat við í dag? Ja, sjálvt teir høgravendu hava boygt seg, at kvinnur í Guðs eygum eru góðar nokk. Kirkjan er við, men hvat við samkomunum? Hevur konservatisman enn hvørkratakið,ella hevur kvinnan fingið javnstøðu uttan og innan samkomugátt??????????


Donsku flokkarnir og teirra støðutakan, tá málið varð viðtikið.

Dagfinnur Danbjørg.

 


Skal der lovgives sådan, at homoseksuelle kan vies i kirken?

278202.pngSoc: Ja Radikale: Ja Kons: Ja SF: Ja Lib: Ja KD: Nej DF: Nej Venstre: Måske Enhl: Ja