Kirkjan kann, men høgra heldur hurðini stongdað, so sum teir til allar tíðir hava gjørt

Tey ella rættari sagt teir, tí tað eru fyri tað mesta
menn, halda seg pr. automatik verða Guðs útvaldu og krevja síðani, at øll rætta
seg eftir teirra tulkingum og útleggingum, sum næstan uttan undantak er teirra
egni høgravendi heilaspuni tilpassaður einum livihátti har høgra er miðdepulin
í øllum verðsligum viðurskiftum, um tað er kvinnukúgan ella vinnuligar
eyðræningar ella frammíhjárættindi á sjógvi ella landi fyri at nevna nøkur
dømi.


Og nú látast teir aftur at vera við hurðina ella
rættari sagt, halda seg vera við Himmiríkis portur, sum Guðs útvaldu, ið skulu
vera duravørðar og halda pøbilinum burtur frá at stjala sær vælsignilsi. Lønin
er, at teir halda seg gerast stórir í Guðs og í eygum teirra politiskt
høgravendu.



Eitt rimmar og lívsskaðligt illusiónsnummar, sum
einans kann fáa ein syrgiligan enda.

Og nú eru tað tey samkyndu, ið skulu hava vátan vøtt
frammaná. Ikki kirkjuligar samkomur gera manngarð um kirkjuna, sum tey annars
eru rímd úr og helst einki vilja hava at gera, fyri at verja hana móti at skulu
vælsigna samkynd. Fyri tað fyrsta, so nýtist kirkjuni ikki samkomunnar hjálp,
tí kirkjan kann sjálv avgera, hvat hon vil, og hvat hon ikki vil.

 

Fyri tað næsta, so vita vit, at í slíkum førum eigur
kirkjuhurðin at verða latin aftur, men ikki stongd. Tí eyðugt er altíð, at hava
skálkin við sær, tá mótstøðufólk gerast sleisk.



Eg havi skrivað um vælsignilsi áður, so lat tað
liggja á hesum sinni. Tó skal eg vísa til, at ein og hvør kann signa seg
sjálvan og onnur við, og at portrið er opið, nær tað skal vera.

At enda skal eg nevna, at teir fyrstu kvinnuligu
prestarnir í kongaríkinum vórú vígdir og vælsignaðir í 1948. Leingi vildi ongin
vælsigna tær, tær vóru jú k v i n n u r puha. Men so var har ein biskoppur, ið
vildi. 3 prestlærdar kvinnur vórðu vælsignaðar og fóru til verka.

 

Og hvat við í dag? Ja, sjálvt teir høgravendu hava
boygt seg, at kvinnur í Guðs eygum eru góðar nokk. Kirkjan er við, men hvat við
samkomunum? Hevur konservatisman enn hvørkratakið,ella hevur kvinnan fingið
javnstøðu uttan og innan samkomugátt??????????



Donsku flokkarnir og teirra støðutakan, tá málið varð
viðtikið.

Dagfinnur Danbjørg.

 


Skal der lovgives sådan, at homoseksuelle kan vies i
kirken?


278202.pngSoc: Ja Radikale: Ja Kons: Ja SF: Ja Lib: Ja KD: Nej DF: Nej Venstre: Måske Enhl: Ja