Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Karl A. Olsen verður valevni fyri Framsókn

Framsókn skal boða frá, at 50 ára gamli Karl A. Olsen verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður. Karl hevur tvær ferðir áður stillað upp til løgtingsval og tá fyri  Sjálvstýrisflokkin. Hann var borgarstjóri í Vestmanna 2005–2012 og hevur verið varaborgarstjóri í Vestmanna síðan 2013

Karl  undirvísir á miðnámsskúladeplinum á Kambsdali. Hann hevur drúgvar royndir við fyrisiting og nevndararbeiði. Hann  hevur verið nevndarlimur í Føroya Kommunufelag, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og er eisini nevndarlimur í SEV.

-Sjálvur haldi eg, at eg eri tolin og treiskur, samstundis sum eg eri samstarvssinnnaður. Eg haldi, at hetta eru neyðugir eginleikar hjá einum politikara, sum vil hava góð úrslit.

Karl brennir fyri útbúgvingar- og mentamálum og ikki minst vinnupolitikki og orkupolitikki.

-Eg havi saknað ein flokk, ið torir at raðfesta og taka neyðugar avgerðir. Hetta haldi eg meg havi funnið í Framsókn.

-Nú tað rillar undir tign og trúvirði á Føroya løgtingi, meti eg orðini hjá Rasmusi Effersøe siga tað, ið sigast skal: “Meiri verk og færri orð – Legg so knørr við knarrarborð.”