Karl A. Olsen verður valevni fyri Framsókn

Framsókn skal boða frá, at 50 ára gamli
Karl A. Olsen verður
valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður. Karl hevur tvær ferðir áður
stillað upp til løgtingsval og tá fyri
 Sjálvstýrisflokkin. Hann var borgarstjóri í
Vestmanna 2005–2012 og hevur verið varaborgarstjóri í Vestmanna síðan 2013



Karl 
undirvísir á miðnámsskúladeplinum á Kambsdali. Hann hevur drúgvar
royndir við fyrisiting og nevndararbeiði. Hann 
hevur verið nevndarlimur í Føroya Kommunufelag, Kommunala
Arbeiðsgevarafelagnum og er eisini nevndarlimur í SEV.



-Sjálvur haldi eg, at eg eri tolin og
treiskur, samstundis sum eg eri samstarvssinnnaður. Eg haldi, at hetta eru
neyðugir eginleikar hjá einum politikara, sum vil hava góð úrslit.



Karl brennir fyri útbúgvingar- og
mentamálum og ikki minst vinnupolitikki og orkupolitikki.



-Eg havi saknað ein flokk, ið torir at
raðfesta og taka neyðugar avgerðir. Hetta haldi eg meg havi funnið í Framsókn.



-Nú tað rillar undir tign og trúvirði á
Føroya løgtingi, meti eg orðini hjá Rasmusi Effersøe siga tað, ið sigast skal:
“Meiri verk og færri orð – Legg so knørr við knarrarborð.”