Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jólamerkir og ársmappa

Jólamerkini 2014

GREYTASLEIKUR & KERTUSTUBBI

Í ár er evnið á jólamerkjunum jólamenninir Greytasleikur og Kertustubbi, sum hvørt mansbarn í Føroyum kennir frá Barnaútvarpinum.

Á hvørjum ári práta teir við børnini til jóla og jólaaftan plaga teir at at vitja jólahaldið í Kringvarpinum. Teir búgva annars í Skeivahelli og har býr eisini gamli grái frensurin Halaleysi.

Tekningar: Edward Fuglø

Ágóðin av jólamerkjasøluni fer til Jólamerkjagrunnin, sum stuðlar arbeiði millum børn og ung í Føroyum

kr. 30,00

Jólaprýði 2014

Jólaprýðið, sum mynda føroyskar kirkjur, er sera vælumtókt, og aftur í ár fáast tríggjar føroyskar kirkjur sum jólaprýði.

Eins og undanfarnu ár hevur Janus Guttesen staðið fyri sniðgevingini. Í ár mynda jólaprýðini Hoyvíkar kirkju, Sands kirkju og Haldarsvíkar kirkju. kr. 95,00

Ársmappa 2014

Í ársmappuni eru øll frímerkini og smáørkini, ið er givin út í árinum. kr. 342,50