Jólamerkir og ársmappa




Jólamerkini 2014


GREYTASLEIKUR & KERTUSTUBBI


Í ár er evnið á jólamerkjunum jólamenninir Greytasleikur og Kertustubbi, sum hvørt mansbarn í Føroyum kennir frá Barnaútvarpinum.


Á hvørjum ári práta teir við børnini til jóla og jólaaftan plaga teir at at vitja jólahaldið í Kringvarpinum. Teir búgva annars í Skeivahelli og har býr eisini gamli grái frensurin Halaleysi.


Tekningar: Edward Fuglø


Ágóðin av jólamerkjasøluni fer til Jólamerkjagrunnin, sum stuðlar arbeiði millum børn og ung í Føroyum


kr. 30,00











Jólaprýði 2014


Jólaprýðið, sum mynda føroyskar kirkjur, er sera vælumtókt, og aftur í ár fáast tríggjar føroyskar kirkjur sum jólaprýði.


Eins og undanfarnu ár hevur Janus Guttesen staðið fyri sniðgevingini.
Í ár mynda jólaprýðini Hoyvíkar kirkju, Sands kirkju og Haldarsvíkar kirkju.
kr. 95,00











Ársmappa 2014


Í ársmappuni eru øll frímerkini og smáørkini, ið er givin út í árinum.
kr. 342,50