Johan Dahl fingið svar um foreldramyndugleikalógina
Svar uppá § 52 a fyrispurning nr. 52-120/2021 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø um foreldramyndugleikalógina
Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
Spurningar:
1. Hvussu langt eru fyrireikingarnar komnar við at dagføra foreldramyndugleikalógina, herundir at veita felags foreldramyndugleika millum mammu og pápa?
2. Nær væntar landsstýrismaðurin at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um broytingar í foreldramyndugleikalógini?
Svar:
Landsstýrismaðurin er í ferð við at leggja síðstu hond á dagføring av foreldramyndugleikalógini.
Ætlanin er, at Løgtingið skal viðgera uppskot til broyting í foreldramyndugleikalógini í hesi tingsetuni.
Landsstýrismaðurin miðar ímóti, at endaliga uppskotið verður sent Løgtinginum áðrenn freistina fyri uppskot, ið skulu viðgerast í hesi tingsetuni, sum er 28. februar.
Almannamálaráðið, 11. februar 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður