Johan Dahl fingið svar um foreldramyndugleikalógina

Svar uppá § 52 a fyrispurning nr. 52-120/2021 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø um foreldramyndugleikalógina

Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:

Spurningar:

1.    Hvussu langt eru fyrireikingarnar komnar við at dagføra foreldramyndugleikalógina, herundir at veita felags foreldramyndugleika millum mammu og pápa?

2.    Nær væntar landsstýrismaðurin at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um broytingar í foreldramyndugleikalógini?

Svar:
Landsstýrismaðurin er í ferð við at leggja síðstu hond á dagføring av foreldramyndugleikalógini.

Ætlanin er, at Løgtingið skal viðgera uppskot til broyting í foreldramyndugleikalógini í hesi tingsetuni.

Landsstýrismaðurin miðar ímóti, at endaliga uppskotið verður sent Løgtinginum áðrenn freistina fyri uppskot, ið skulu viðgerast í hesi tingsetuni, sum er 28. februar.

Almannamálaráðið, 11. februar 2022

Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður