Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Símun Lassaberg-Arne Mikkelsen (nr. 3) - Jóannes Mouritsen-Egil Sondum (nr. 1) - Árni M. Dam-Balle Mohr (nr. 2)

Jóannes og Egil vunnu FM í bridge fyri pør

Føroyameistarakapping í bridge fyri pør var leygardagin í Bridgehúsinum í Havn. 16 pør vóru við í kappingini og spæld vóru 68 spøl - frá kl. 10 til kl. 20.

Føroyameistarar gjørdust Jóannes Mourtisen og Egil Sondum. Nr. 2 vóru Árni M. Dam og Balle Mohr og nr. 3 Símun Lassaberg og Arne Mikkelsen.

Føroyska bridgelandsliðið fer hósdagin at luttaka í sterkari týskari kapping í Berlin. Tað er liður í fyrireikingunum til EM í bridge í Budapest í juni.