Jóannes og Egil vunnu FM í bridge fyri pør
Føroyameistarakapping í bridge fyri pør var leygardagin í Bridgehúsinum í Havn. 16 pør vóru við í kappingini og spæld vóru 68 spøl - frá kl. 10 til kl. 20.
Føroyameistarar gjørdust Jóannes Mourtisen og Egil Sondum. Nr. 2 vóru Árni M. Dam og Balle Mohr og nr. 3 Símun Lassaberg og Arne Mikkelsen.
Føroyska bridgelandsliðið fer hósdagin at luttaka í sterkari týskari kapping í Berlin. Tað er liður í fyrireikingunum til EM í bridge í Budapest í juni.