Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Myndin av Bacalao er úr eini verkætlan um Vestaruvág, sum MAP Arkitektar og RAVN Arkitektur gjørdu fyri Notio.

Hvat skal henda við Vestaruvág

Hvat skulu vit brúka Bacalao til? Spurningarnir eru nógvir og í aðru viku fer borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, aftur at hava beinleiðis kjatt á netinum við borgararnar.

Hesaferð er ætlanin at seta hol á eitt kjak um hvørji ynski borgarar hava til alt økið úr Vágsbotni og út í Álakeri. Her er nógv at røða um.

Stórar ætlanir eru frammi um Skálatrøð, býráðið skal taka støðu til, hvat Bacalao skal brúkast til, hvat skal henda við Viðarnesi í framtíðini o.s.fr.

Fyrimyndirnar fyri nøkrum av framtíðardreymunum eru niðurløgdu dokkirnar í grannalondum okkara, sum í dag standa sum stórslignar verkætlanir við virknum mentanar- og handilsøkjum.

Borgarstjórin gleðir seg til eitt gott prát við borgarnar og vónar at fáa góðan íblástur til nakrar spennandi verkætlanir.

Kunngjørt verður í komandi viku, nær kjattið verður.

Kelda: www.torshavn.fo