Hvat skulu vit brúka Bacalao til? Spurningarnir eru nógvir og í aðru viku fer borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, aftur at hava beinleiðis kjatt á netinum við borgararnar.
Hesaferð er ætlanin at seta hol á eitt kjak um hvørji ynski borgarar hava til alt økið úr Vágsbotni og út í Álakeri. Her er nógv at røða um.
Stórar ætlanir eru frammi um Skálatrøð, býráðið skal taka støðu til, hvat Bacalao skal brúkast til, hvat skal henda við Viðarnesi í framtíðini o.s.fr.
Fyrimyndirnar fyri nøkrum av framtíðardreymunum eru niðurløgdu dokkirnar í grannalondum okkara, sum í dag standa sum stórslignar verkætlanir við virknum mentanar- og handilsøkjum.
Borgarstjórin gleðir seg til eitt gott prát við borgarnar og vónar at fáa góðan íblástur til nakrar spennandi verkætlanir.
Kunngjørt verður í komandi viku, nær kjattið verður.
Kelda: www.torshavn.fo