
Hugsjónir og fakta um pensjón
Undan valinum var orðið pensjónsnýskipan at hoyra í tíð og ótíð, men tó hava politikarar ikki útgreina fyri okkum, hvat teir meina við hesum orði, og útmeldingarnar frá ymsum flokkum og valevnum hava verið so ymiskar, at vit loyva okkum at ivast í, um nøkur felags fatan av hesum hugtaki er til millum flokkarnar og millum teir valdu løgtingslimirnar. Nú løgtingsvalið er av fara flokkarnir undir samgongusamráðingar, sum enda við, at samgonguskjal verður skrivað, og líkt er til, at eitt av stórmálunum, sum farið verður undir, er henda pensjónsnýskipanin, sum fáur veit, hvat inniber.
Landsfelag Pensjónista fer her at royna at umrøða fólkapensjónina í Føroyum í mun til hugsjónir, politiskar prioriteringar og til pensjónsveitingar í okkara næsta granna- og samstarvslandi, Danmark, soleiðis at løgtingsfólk kunnu hava viðurskiftini hjá verandi fólkapensjónistum í huga í sambandi við viðgerðina av pensjónsnýskipan.
Eisini heldur Landsfelag Pensjónista, ið er meginfelag fyri 15 pensjónista- og eldrafeløg kring landið, at felagið eigur at fáa umboðan í arbeiðsbólkinum, ið verður settur at tilevna eina komandi pensjónsnýskipan, soleiðis at tryggjast kann, at neyðug atlit verða tikin til núverandi pensjónistar.
Pensjónsskipanir
Vit hava mangar pensjónskipanir í Føroyum, bæði samhaldsfastar pensjónskipanir og eginpensjónir av ymsum slag, har sáttmálabundnar skipanir millum fakfeløg og arbeiðsgevarar eru tær týdningarmestu av eginpensjónunnum.
Tær samhaldsføstu skipaninar eru fólkapensjón og Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin, ið vanliga verður nevndur Samhaldsfasti
Pensjónsrættur
Allar pensjónsskipanir eru slíkar, sum pensjónisturin so ella so hevur rinda part av síni inntøku til, meðan hann var virkin á arbeiðsmarknaðinum. Vanlig hugsan millum manna er, at ein hevur bæði moralskan og løgfrøðiligan rætt til tað, hann hevur goldið fyri. Hetta tykist eisini vera galdandi fyri eginpensjónirnar, men tað tykist truplari hjá mongum politikarum at fata, at somu moralsku og løgfrøðiligu princippir mugu vera galdandi fyri samhaldsføstu pensjónsskipanirnar, sum verandi pensjónistar eisini hava rinda sín part av.
Fólkapensjónistar fáa í dag útgjald frá tveimum ymiskum samhaldsføstum pensjónsskipanum: Fólkapensjón úr landskassanum og útgjald úr samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Harumframt fáa mong útgjald frá sáttmálabundnum efirlønarskipanum, sum tey hava goldið ein procentpart – vanliga 15% - av síni løn til í arbeiðslívinum.
Fólkapensjón
Universella fólkpensjónin var, tá hon varð sett í gildi, týdningarmesta eldrapolitiska tiltak nakrantíð. Nú fingu øll eldri rætt til fólkapensjón og skuldu ikki longur kenna, at tey lógu samfelagnum til byrðu, fóru tey at biðja um teirra fátæksligu ellisrentu.
Fólkapensjónin er nú grundstuðulin undir okkara pensjónsskipan. Fólkapensjónsveitingin verður goldin av landskassanum. Verandi pensjónistar hava alt teirra virkna lív goldið skatt til landskassan undir teirri fyritreyt, at skatturin partvíst varð nýttur til fólkapensjónsveitingar. Umframt landsskattin hava verandi pensjónistar á hvørjum ári rindað eitt pensjónsgjald, sum er 2,5% av skattskyldugu inntøkuni. Upplýsingar um pensjónsgjaldið stóðu á skattauppgerðini til fyrst í 1980unum. So hvarv tað av uppgerðini, men tað tykist ongantíð at vera avtikið, er bert innroknað í skattin. Harumframt veitir danski staturin landskassanum eitt ískoyti til føroyskar pensjónsveitingar, sum nú er um 220 mill, tað er uml. 1/4 av øllum almennu pensjónsveitingum landskassans. Danska ískoytið til landskassan skal vera trygd fyri, at føroyskar almannaveitingar og heilsuviðurskifti eru á hædd við tað, sum er galdandi í Danmark. So sigst, men synd er at siga, at tað veruliga er so, sum ávíst skal verða her niðanfyri, hvat fólkapensjón viðvíkur.
Samhaldsfasti
Samhaldsfasti varð – partvíst við danska Arbejdsmarkedets Tillægspension, ATP, sum fyrimynd - settur á stovn sum eitt pensjónsískoyti. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum, løntakari og arbeiðsgevari rinda báðir ein procentpart av lønini inn í grunnin, men allir pensjónistar fáa somu upphædd útgoldna. Formliga varð skipanin sett á stovn við løgtingslóg. Hetta hevur tíverri fingið ávísar politikarar og embætismenn teirra at halda, at teir ”eiga” grunnin og at hann átti at staðið í fíggjarlóg landsins. Sum er hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum meiriluta í stýrinum fyri grunnin, og harvið ræði á honum, men politiska valdið hevur tó drigið hann so nær at sær, at vandi er fyri, at fígggjarmálaráðið í næstu syftu tekur ræði á honum. Hesum fara vit av øllum alvi at stríðast ímóti.
Fæið í grunninum er nú góð milliard og útgjaldið fyri 2015 kr 3.010 um mánaðan til hvønn pensjónist. Hetta er eitt gott ískoyti til fólkapensjónina, sum støðugt minkar í virði.
Hugsjónarliga grundarlagið.
Samhaldsføstu pensjónirnar eru grundaðar á universalistiskar hugsjónir. Universalisman byggir á tað grundstøði, at allir borgarar hava sama rætt til samfelagsins tænastur og veitingar. Tí er tað í einum samfelag, sum byggir á universalismu, ein sjálvsagdur lutur, at rætturin til skúlagongd er fyri øll, at rætturin til sjúkraviðgerð er fyri øll, at rætturin til almannaveitingar er fyri øll og at rætturin til fólkapensjón er fyri øll. Fyri øll merkir sjálvsagt øll, sum eru í teirri støðu í lívinum, at tænastan/veitingin er ein sjálvsagdur lutur í tilveru teirra, at sjúkraviðgerð er fyri tey sjúku, at barnaskúlin er fyri børn, at fyritíðarpensjón er fyri tey, sum eru meir ella minni óarbeiðsfør og at fólkapensjón er fyri tey, sum eru farin um tann pensjónsaldur, sum samfelagið hevur ásett.
Tað er landsfelagsins áskoðan, at universella, samhaldsfasta fólkapensjónin skal verða verandi grundsúlan í okkara eldrapensjónsskipan, men tað skal bera til at liva neyðturvuliga av grundupphæddini í fólkapensjónini. Viðbøtur til fólkapensjónina, samhaldsfasti, sáttmálabundnar pensjónir og aðrar uppsparingar eru at meta sum ískoyti, sum øll lætta um tilveruna hjá fólkapensjónistum.
Pensjónsaldur
Um so verður, at pensjónsaldurin verður hækkaður, eigur hetta ikki at vera gjørt frá degi til dags, sum fleiri ferðir hevur verið róð fram undir. Fólk eiga at hava eina rímuliga freist, 20 ár t.d. at fyrireika seg til broytingarnar. Trygd eigur at vera fyri, at arbeiði er til teirra, sum verða noydd at verða verandi á arbeiðsmarknaðinum og tey eiga ikki lógliga at kunna verða søgd úr starvi vegna
aldur. SEV
hevur ásett ein frákoyringaraldur, ið er 67
ár. Slíkt er ólógligt í okkara grannalondum og eigur eisini at vera tað her,
serstakliga um pensjónsaldurin verður hækkaður.
Fólkapensjónin, sum nú er.
Fólkapensjónin er býtt í grundupphædd og viðbót. Tølini eru galdandi fyri seinru helvt av 2015.
Grundupphæddin er kr 50.028 um árið til ógiftan pensjónist ella kr 4.169 um mánaðan.
Grundupphæddin
er kr 39.756 um árið til gifta pensjónist ella kr 3.313 um mánaðan.
Grundupphæddin
er ikki skattskyldug.
Grundupphæddin hevur ikki verið javnað síðan 1999. Tað hevur gjørt, at samlaða pensjónin er dragnað nógv aftur út hesi seinastu 16 árini. Upprunaliga var ætlanin, at allur neyðturvuligur livikostnaður hjá einum pensjónisti skuldi kunna rindast av grundupphæddini. Sum er ber hetta sjálvandi ikki til. Men enn í 2015 verður grundupphæddin í fólkapensjón frá 1999 nýtt sum grundarlag fyri tørvsmetingum eftir almannalóggávuni.
Allir
fólkapensjónistar hava rætt til grundupphæddina
Viðbótin er kr 43.452 um árið til ógiftan pensjónist ella kr 3.621 um mánaðan
Viðbótin er kr 34.572 um árið til giftan pensjónist ella kr 2.881 um mánaðan.
Viðbótin er skattskyldug.
Viðbótin varð fyrr javnað við 4% árliga. Javningin varð minkað frá 2009 og fram, og varð javningin í lógini um áseting og javning av almannaveitingum fyri 2012 ásett at vera 0%!! Tó varð viðbótin í 2012 hækkað við uml. 52 kr fyri ógiftan pensjónist og væl minni fyri giftan pensjónist.Nú í juli mánaða 2015 varð viðbótin aftur hækkað við 350 kr um mánaðan.
Bert fólkapensjónistar, sum umframt fólkapensjón og samhaldsfasta hava eina inntøku, sum er minni enn kr 61.900 árliga hava rætt til fulla viðbót.
Viðbótin verður mótroknað við 60% av øðrum inntøkum enn fólkapensjón og samhaldsfasta sum eru oman fyri kr 61.900 árliga. Tað merkir, at viðbótin er burtur, tá aðrar inntøkur eru uml. 125.000 kr.
Aftur at fólkapensjónini fáa pensjónistar, sum hava minni enn 60.000 kr í øðrum inntøkum brennistuðul, sum árliga er kr 7.608 til ógiftan og kr. 3.804 til giftan pennsjónist.
Samanlagt merkir hetta, at ógiftur pensjónistur, sum hevur aðrar innntøkur oman fyri uml. kr 125.000 í fólkapensjón fær kr 4.169 um mánaðan.
Giftur pensjónistur í somu støðu fær kr. 3.313 í fólkapensjón um mánaðan, og er inntøka hansara nóg høg missir hjúnarfelagin, sum als onga inntøku hevur, eisini viðbøturnar og fær einans grunduppphædd kr 3.313 um mánaðan.
Gift pensjónistahjún, sum tilsamans hava aðra inntøku undir kr 80.000 fáa hálvan brenninstudning hvør.
Fólkapensjónsskipanin hevur síðan uml. 1960 verið fíggjað yvir skattin, við serligum pensjónsgjaldi, sum er 2,5% av lønini og við stuðuli úr ríkiskassanum. Pensjónsgjaldið verður goldið landskassanum saman við skattinum. Tað stóð á skattarokningi, sum Gjaldstovan skrivaði út til fyrst í 80unum. Síðan tá hevur skattgjaldarin einki fingið at vita um pensjónsgjaldið, men tað vit vita, hevur tað ongantíð verið avtikið, men er innroknað í landsskattin. Stuðulin úr ríkiskassanum er uml. 220 mill, sum svarar til áleið 25% av almannapensjónsútreiðslum landskassans.
Samlaða fólkapensjónin, brennistuðulin íroknaður, er sostatt hendan:
ógiftur pensjónistur um árið um mánaðan
bert
grundupphædd 50.028 4.169
full
fólkapensjón 101.088 8.424
giftur pensjónistur
bert grundupphædd 39.756 3.313
full
fólkapensjón 78.132 6.511
Fólkapensjónir í Danmark og Føroyum samanbornar
Politiski retorikkurin her upp undir valið, hevur mangan snúð seg um at vera bestur. Vit skulu vera bestir í Norðurlondum á øllum økjum, hoyra vit. Tað er óført, men er tað eisini galdandi fyri útgjaldið av fólkapensjón?
Í løtuni er ikki gjørligt at bera føroysku fólkapensjónina saman við aðrar norðurlendskar pensjónir enn ta donsku, sum annars hevði verið ynskiliigt. Hetta tí, neyðugu upplýsingarnar eru ikki tøkar, sum er. Ein leyslig meting sigur tó, at í minsta lagi donsku, norsku og svensku pensjónirnar eru á leið á sama støði, kanska við teirri norsku sum tann besta. Men øll orsøk er til neyvt at bera føroysku fólkapensjónina saman við ta donsku, partvíst tí Danmark er okkara næsta samstarvsland, sum vit oftast royna at samanbera okkum við og partvíst tí uml. 1/4 av okkara pensjónsveitingum verða rindaðar av danska ríkiskassanum umvegis blokkin, sum fer í landskassan, og politikarar vilja vera við at ríkisveitingin skal fáa føroyskar veitingar upp á sama støði sum danskar veitingar.
Tá vit samanbera føroyskar og danskar pensjónsviðbøtur, er vert at hava í huga, at meðan føroyska viðbótin hjá ógiftum verður mótroknað í aðrari inntøku við 60% av inntøku oman fyri kr 61.900 árliga, verður danska viðbótin einans mótroknað við 30,9% av inntøkum oman fyri kr. 67.500 árliga. Tað merkir, at ein fólkapensjónistur í Danmark kann forvinna munandi meir enn føroyski fólkapensjónisturin kann, áðrenn viðbótin er heilt burtur, fyri ógiftan fólkapensjónist er danska markið kr 310.000 móti kr 125.000 í Føroyum.
Árlig fólkapensjón til ógiftan pensjónist:
Munur FO veiting í %
Danmark Føroyar Munur um
mánaðan av DK veiting
Grundupph. 71.964 50.028 21.936 1.828 70%
Viðbót 75.132 43.452 35.880
2.640 58%
Eykaviðbót* 16.400 7.608 8.756 733 46%
Tilsamans 163.496 101.088 62.408 5.201 62%
* Eykaviðbót merkir sonevnda ældrecheck í Danmark og brennistuðul í Føroyum
Hetta merkir, at ógifti pensjónisturin, sum hevur so mikið høga inntøku annars, at hann bert fær grundupphæddina í fólkapensjónini útgoldna, fær 70% av tí upphædd, hann hevði fingið, um hann búði í Danmark. Í krónum er munurin 21.936 árliga ella 1.828 um mánaðan.
Upp aftur
verri fyri er tann ógifti pensjónisturin, sum hevur so mikið lága inntøku
annars, at hann fær bæði fulla viðbót og brennistuðul umframt grundupphæddina.
Hansara fólkapensjón er bert 62% av teirri fólkapensjón, hann hevði fingið
útgoldnað, um hann búði í Danmark. Í krónum er munurin 62.408 um árið ella
5.201 um mánaðan.
Árlig fólkapensjón til giftan pensjónist (bæði fáa hesar veitingar):
Munur FO veiting
Danmark Føroyar Munur um
mánaðan í % av DK veiting
Grundupph. 71.964 39.756 32.208 2.684 55%
Viðbót 36.516 34.572 6.144 162 95%
Eykaviðbót* 16.400 3.804 12.596 1.050 23%
Tilsamans 124.880 78.132 46.748 3.876 63%
*Eykaviðbót merkir sonevnda ældrecheck í Danmark og brennistuðul í Føroyum
Gifti føroyski pensjónisturin, sum einans fær grundupphæddina í fólkapensjón útgoldna, fær einans 55% av teirri fólkapensjón, hann hevði fingið útgoldið, um hann búði í Danmark. Munurin í krónum er 32.208 árliga ella 2.684 um mánaðan. Gifti pensjónisturin, sum fær fullar viðbøtur, fær 63% av teirri upphædd, hann hevði fingið í Danmark, búði hann har. Í krónum er munurin 46.748 árliga ella 3.876 um mánaðan til hvønn hjúnarfelagan.
Gongdin í fólkapensjónini 2013-2015
Tað hevði verið áhugavert at kunna lýst broytingarnar í føroysku fólkapensjónini yvir eitt longri tíðarskeið bæði í mun til prís- og lønargongdina í Føroyum og í mun til gongdina í donsku fólkapensjónini og pensjónirnar í Norðurlondum annars. Hetta hevur Landsfelag Pensjónista tó hvørki upplýsingar ella arbeiðsorku til, sum er, men kanska kann tað verða tikið upp seinri. Beint nú ber einans til at samanbera tølini fyri 2013 og 2015 í Føroyum og Danmark, men tann samanberingin er sera áhugaverd, so stutt tíðarskeiðið enn er.
Munur á fólkapensjónsveitingum um mánaðan millum Danmark og Føroyar
Ógift
Bert
grundupphædd Full
fólkapensjón
Munur kr % av DK veiting Munur kr %
av DK veiting
2013 1.635 72% 4.749 63%
2014
2015, jan. 1.828 70% 5.551 59%
2015, juli 1.828 70% 5.201 62%
Gift
Bert
grundupphædd Full
fólkapensjón
Munur kr % av DK veiting Munur kr %
av DK veiting
2013 2.491 57% 3.549 63%
2014
2015, jan. 2684 55% 4.246 59%
2015, juli 2684 55% 3.896 63%
Upp á 2 ár
er danska grundupphæddin hækkað við 193
kr bæði fyri ógift og gift, meðan tann
føroyska sum
vant stendur í stað. Donsku viðbøturnar
eru hækkaðar so nógv hesi bæði árini, at samlaða fólkapensjónin hjá ógiftum
pensjónisti er hækkað 802 kr og hjá giftum pensjónisti 607 kr. Munurin millum
fulla pensjón í Føroyum og Danmark vaks tískil úr kr 4.749 upp í kr 5.551 um
mánaðan fyri ógiftan fólkapensjónist og úr kr 3.549 upp í kr 4.246 um mánaðan
fyri giftan pensjónist.
Men so í juli mánaða kom tiltakið í gildi, sum Føroya Løgting samtykti fyri at lætta um hjá fólkapensjónistum og sum so mikil rómur stóðst um. Í seinru helvt av 2015 fáa 4.900 føroyskir fólkapensjónistar kr 350 meir um mánaðan. Ógiftu fólkapensjónistarnir kunnu so frøðast um, at nú írestar bert 5.201 kr í staðin fyri 5.551 kr um mánaðin fyri at koma upp á danskt støði. Føroyar eru ríkar, ætlandi ríkari enn Danmark. Men føroyskir fólkapensjónistar merkja lítið til rikidømið. ongar reglur eru fyri javning av pensjónum, bert onkur náðigáva frá okkara valdshavarum við 3-4 ára millumbili, meðan danskir fólkapensjónistar á hvørjum ári fáa sína fólkapensjón javnaða eftir fast ásettum reglum. Sum sæst, hilnast tann regluliga javningin munandi betur enn tær hissini hækkingar føroyskum fólkapensjónistum verður unt, og munurin á føroyskari og danskari fólkapensjón bert økist á hvørjum ári.
Hevur samfelagið ráð til universellu fólkapensjónina?
Ført verður mangan fram, at føroyska samfelagið hevur ikki ráð til hesar høgu pensjónsveitingarnar og í longdini fer tað als ikki at bera til at rinda so høgar pensjónir. Her skal verða kannað, um Føroyar veruliga eru so fátækar, at landið ikki orkar at røkja sínar skyldur mótvegis teimum, sum alt sítt virkna lív hava goldið skatt til eitt nú fólkapensjón umframt beinleiðis pensjónsgjaldið, sum er 2,5% av lønini? Vit hava sæð, at danska samfelagið - umframt at rinda 1/4 av føroysku
fólkapensjónsveitingunum - hvønn mánaða rindar sínum egnu fólkapensjónistum fleiri túsund krónur meir enn føroyska samfelagið metir seg hava ráð til. Danska samfelagið man tí vera ótrúliga nógv ríkari enn tað føroyska. Alt hetta kunnu vit meta um við at samanbera fólkapensjónina við bruttotjóðarúrtøkuna í ávíkavist Føroyum (BTÚ) og Danmark (BNP).
Pensjónsveitingar í Danmark og Føroyum í mun til BNP (Danmark) og BTÚ (Føroyar)
BTÚ í Føroyum er seinru árini vaksin við risaferð uttan at pensjónistar hava fingið nakran ágóða av tí. Roknað verður við, at BTÚ í 2014 fer upp um danska BNP, men tey tølini eru ikki tøk enn.
Í hesum
útrokningum verða tí tøl fyri 2013 nýtt.
BTÚ var í Føroyum í 2013 uml. Kr 305.000 pro persona.
BNP var í Danmark í 2013 uml. Kr 331.000 pro persona
Ógiftur
pensjónistur fekk í 2013 hesar fólkapensjónsveitingar
í
Føroyum í
Danmark Munur
kr % av BTÚ p.p. kr % av BNP p.p.
við einans
grundupph. 50.028 16% 69.648 21% 5%
við hægstu
fólkapens. 96.888 32% 153.884 47% 15%
Giftur
pensjónistur
við einans
grundupph. 39.756 13% 69.648 21% 8%
Við hægstu
fólkapens. 73.932 24% 116.516 35% 11%
Sum vit áður sóu, eru fólkapensjónsveitingarnar í Danmark fleiri túsund krónnur hægri um mánaðan enn tær eru í Føroyum. Her sæst eisini, at danir nýta munandi meir av teirra BNP til fólkapensjón enn føroyingar nýta av teirra BTÚ, úr 5% heilt upp í 15% meir. At danir so í veruleikanum eisini yvir blokkin rinda uml. 25% av føroysku fólkapensjónsútreiðslunum, ger tað heilt láturligt at tosa um ikki at hava ráð til fólkapensjónina. Orsøkin til, at føroyska fólkapensjónin helst er tann vánaligasta í Norðurlondum er ikki peningatrot, men tørvandi politiskur vilji, sum hevur við sær, at veitingarnar til fólkapensjón verða niðurprioriteraðar.
Í hesum útrokningum eru Samhaldsfasti og ATP ikki tikin við, partvíst tí, at Samhaldsfasti veitir eitt samhaldsfast útgjald til øll, meðan ATP er ein eginpensjón, sum rindar út í mun til inngjaldið frá tí einstaka, og tað tí ikki ber til at samanbera útgjaldini. Men einamest tí talan er um arbeiðsmarknaðargrunnar, sum eru leysir av kassunum hjá tí almenna.
Heldur ikki eru hvørki skattaviðurskifti, kostnaðarstøði ella danskar almannaskipanir, sum ikki finnast í Føroyum, tiknar við, eitt nú boligtilskud, boligsikring, varmetillæg, helbredstillæg og mangar aðrar, sum lyfta pensjónistar á niðastu rók munandi upp. Útrokningarnar snúgva seg einans um bruttoútgjald í fólkapensjón.
Tølini vísa eisini, at tað er ikki satt, tá ført verður fram, at um vit avtaka samhaldsføstu, universellu fólkapensjónina, verður so mikið meir til teirra, sum veruliga tørva. Í 16 ár hevur tann universella veitingin til øll verið innanholað av prís- og lønarvøkstri. Tað hevur ikki givið meira pening til teirra, sum lítið annað hava enn fólkapensjónina og samhaldsfasta. Teirra veitingar eru somuleiðis minkaðar í virði. Tað er ein sannroynd, at ein fátækraveiting altíð hevur lyndi til at gerast ein fátæk veiting. Hetta er ikki fyrstu ferð, tað er ásannað.
Pensjónistar í fátækradømi
Úrslitini av føroyska pensjónspolitikkinum seinastu mongu árini eru eisini eyðsæð. Meir enn fimti hvør føroyski pensjónistur (21,3% ella 1491 pensjónistar) vóru í fátækraváða í 2013. Hetta eru dupult so mong, sum miðal fyri føroyingar í 2013 (10,3%). Av teimum í fátækraváða vóru uml. helmingurin (716 pensjónistar) mettir at vera beinleiðis fátækir. Eftir tí, sum áður er sagt, er eingin orsøk at halda, at hesi tøl eru minkað seinastu 2 árini. Tvørtur ímóti er øll orsøk til at rokna við, at enn fleiri pensjónistar nú eru í fátækraváða ella beinleiðis fátækir enn fyri tveimum árum síðan.
Hvat er at gera?
Universella fólkapensjónin skal verða verandi grundstuðulin undir føroysku eldrapensjónsskipanini.
Landsfelag Pensjónista hevur sum yvirskipað mál, at fólkapensjónin kemur upp á hædd við ta bestu fólkapensjón í Norðurlondum, eitt nú ta donsku. og at hon verður javnað í samsvari við lønar- og prísgongdina í samfelagnum. Tað hevði bjargað øllum fólkapensjónistum úr fátækraváða.
Hetta gerst ikki eftir einum degi. Tí má Landsfelag Pensjónista fyrst hugsa um teir uml. 1500 fólkapensjónistarnar, sum liva í fátækraváða og fátækradømi. Pensjónsviðbøturnar mugu beinan vegin verða javnaðar soleiðis, at hesi øll verða lyft upp um fátækramarkið. Samstundis eigur ein ætlan at verða gjørd fyri, hvussu tann niðurlagaða fólkapensjónin yvir eitt tíðarskeið verður lyft upp á ætlaða støðið og reglur verða gjørdar fyri eini árligari javning av samlaðu fólkapensjónini, sum byggir á teir tríggjar faktorarnar prísir, lønir og BTÚ.
Tórshavn, tann 04.09.2015
Vegna nevndina í Landsfelag Pensjónista
Arne Thorsteinsson,
formaður