Hugsjónir og fakta um pensjón

Undan
valinum var orðið pensjónsnýskipan at hoyra í tíð og ótíð, men tó hava
politikarar
  ikki útgreina fyri okkum,
hvat teir meina við hesum orði, og útmeldingarnar frá ymsum flokkum og valevnum
hava verið so ymiskar, at vit loyva okkum at ivast í, um nøkur felags fatan av
hesum hugtaki er til millum flokkarnar og millum teir valdu løgtingslimirnar.
Nú løgtingsvalið er av fara flokkarnir undir samgongusamráðingar, sum enda við,
at samgonguskjal verður skrivað, og líkt er til, at eitt av stórmálunum, sum
farið verður undir, er henda pensjónsnýskipanin, sum fáur veit, hvat
inniber.
  



Landsfelag
Pensjónista fer her at royna at umrøða fólkapensjónina í Føroyum í mun til
hugsjónir, politiskar prioriteringar og til pensjónsveitingar í okkara næsta
granna- og samstarvslandi, Danmark, soleiðis at løgtingsfólk kunnu hava
viðurskiftini hjá verandi fólkapensjónistum í huga í sambandi við viðgerðina av
pensjónsnýskipan.



Eisini
heldur Landsfelag Pensjónista, ið er meginfelag fyri 15 pensjónista- og
eldrafeløg kring landið, at felagið eigur at fáa umboðan í arbeiðsbólkinum, ið
verður settur at tilevna eina komandi pensjónsnýskipan, soleiðis at tryggjast
kann, at neyðug atlit verða tikin til núverandi pensjónistar
.



Pensjónsskipanir



Vit hava
mangar pensjónskipanir í Føroyum, bæði samhaldsfastar pensjónskipanir og
eginpensjónir av ymsum slag, har sáttmálabundnar skipanir millum fakfeløg og
arbeiðsgevarar eru tær týdningarmestu av eginpensjónunnum.



Tær
samhaldsføstu skipaninar eru
 
fólkapensjón og Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin, ið vanliga verður
nevndur Samhaldsfasti



Pensjónsrættur



Allar
pensjónsskipanir eru slíkar, sum pensjónisturin so ella so hevur rinda part av
síni inntøku til, meðan hann var virkin á arbeiðsmarknaðinum. Vanlig hugsan
millum manna er, at ein hevur bæði moralskan og løgfrøðiligan rætt til tað,
hann hevur goldið fyri. Hetta tykist eisini vera galdandi fyri
eginpensjónirnar, men tað tykist truplari hjá mongum politikarum at fata, at
somu moralsku og løgfrøðiligu princippir mugu vera galdandi fyri samhaldsføstu
pensjónsskipanirnar, sum verandi pensjónistar eisini hava rinda sín part av.



 Fólkapensjónistar
fáa í dag útgjald frá tveimum ymiskum samhaldsføstum pensjónsskipanum:
Fólkapensjón úr landskassanum og útgjald úr samhaldsfasta
arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Harumframt fáa mong útgjald frá
sáttmálabundnum efirlønarskipanum, sum tey hava goldið ein procentpart –
vanliga 15% - av síni løn til í arbeiðslívinum.



Fólkapensjón



Universella
fólkpensjónin var, tá hon varð sett í gildi, týdningarmesta eldrapolitiska
tiltak nakrantíð.
  Nú fingu øll eldri rætt
til fólkapensjón og skuldu ikki longur kenna, at tey lógu samfelagnum til
byrðu, fóru tey at biðja um teirra fátæksligu ellisrentu.



Fólkapensjónin
er nú grundstuðulin
  undir okkara
pensjónsskipan. Fólkapensjónsveitingin verður goldin av landskassanum. Verandi
pensjónistar hava alt teirra virkna
  lív
goldið skatt til landskassan undir teirri fyritreyt, at skatturin partvíst varð
nýttur til fólkapensjónsveitingar. Umframt landsskattin hava
  verandi pensjónistar á  hvørjum ári rindað eitt pensjónsgjald, sum er
2,5% av skattskyldugu inntøkuni. Upplýsingar um pensjónsgjaldið stóðu á skattauppgerðini
til fyrst í 1980unum. So hvarv tað av uppgerðini, men tað tykist ongantíð at
vera avtikið, er bert innroknað í skattin. Harumframt veitir danski staturin
landskassanum eitt ískoyti til føroyskar pensjónsveitingar, sum nú
  er um 220 mill, tað er uml. 1/4 av øllum
almennu pensjónsveitingum landskassans. Danska ískoytið til landskassan skal
vera trygd fyri, at føroyskar almannaveitingar og heilsuviðurskifti eru á hædd
við tað, sum er galdandi í Danmark. So sigst, men synd er at siga, at tað
veruliga er so, sum ávíst skal verða her niðanfyri, hvat fólkapensjón viðvíkur.



Samhaldsfasti



Samhaldsfasti
varð – partvíst við danska Arbejdsmarkedets Tillægspension, ATP, sum fyrimynd -
settur á stovn sum eitt pensjónsískoyti. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum, løntakari
og arbeiðsgevari rinda báðir ein procentpart av lønini inn í grunnin, men allir
pensjónistar fáa somu upphædd útgoldna. Formliga varð skipanin sett á stovn við
løgtingslóg. Hetta hevur tíverri fingið ávísar
 
politikarar og embætismenn teirra at halda, at teir ”eiga” grunnin og at
hann átti at staðið í fíggjarlóg landsins. Sum er hava partarnir á
arbeiðsmarknaðinum
  meiriluta í stýrinum
fyri grunnin, og harvið ræði á honum, men politiska valdið hevur tó drigið hann
so nær at sær,
  at vandi er fyri, at
fígggjarmálaráðið í næstu syftu tekur ræði á honum. Hesum fara vit av øllum
alvi at stríðast ímóti.



Fæið í
grunninum er nú góð milliard og útgjaldið fyri 2015 kr 3.010 um mánaðan til
hvønn pensjónist. Hetta er eitt gott ískoyti til fólkapensjónina, sum støðugt
minkar í virði.



Hugsjónarliga
grundarlagið.



Samhaldsføstu
pensjónirnar eru grundaðar á universalistiskar
 
hugsjónir. Universalisman byggir á tað grundstøði, at allir borgarar
hava sama rætt til samfelagsins tænastur og veitingar. Tí er tað í einum
samfelag, sum byggir á universalismu, ein sjálvsagdur lutur, at rætturin til
skúlagongd er fyri øll, at rætturin til sjúkraviðgerð er fyri øll, at rætturin
til almannaveitingar er fyri øll og
  at
rætturin til fólkapensjón er fyri øll. Fyri øll
 
merkir sjálvsagt øll, sum eru í teirri støðu í lívinum, at
tænastan/veitingin er
  ein sjálvsagdur
lutur í tilveru teirra, at sjúkraviðgerð er fyri tey sjúku, at barnaskúlin er
fyri børn, at fyritíðarpensjón er fyri tey, sum eru meir
  ella minni óarbeiðsfør og  at fólkapensjón er fyri tey, sum eru farin um
tann pensjónsaldur, sum samfelagið hevur ásett.



Tað er
landsfelagsins áskoðan, at universella, samhaldsfasta fólkapensjónin skal verða
verandi grundsúlan í okkara eldrapensjónsskipan, men tað skal bera til at liva
neyðturvuliga av grundupphæddini í fólkapensjónini. Viðbøtur til
fólkapensjónina, samhaldsfasti, sáttmálabundnar pensjónir og aðrar uppsparingar
eru at meta sum ískoyti, sum øll lætta um tilveruna hjá fólkapensjónistum.



Pensjónsaldur



Um so
verður, at pensjónsaldurin verður hækkaður, eigur hetta ikki at vera gjørt frá
degi til dags, sum fleiri ferðir hevur verið róð fram undir. Fólk eiga at hava
eina rímuliga freist, 20 ár t.d. at fyrireika seg til
  broytingarnar. Trygd eigur at vera fyri, at
arbeiði er til teirra, sum verða noydd at verða verandi á arbeiðsmarknaðinum og
tey
  eiga ikki lógliga at kunna verða
søgd úr starvi vegna



aldur. SEV
hevur ásett ein frákoyringaraldur, ið er 67 
ár. Slíkt er ólógligt í okkara grannalondum og eigur eisini at vera tað her,
serstakliga um pensjónsaldurin verður hækkaður.



Fólkapensjónin,
sum nú er.



Fólkapensjónin
er býtt í grundupphædd og viðbót. Tølini eru galdandi fyri seinru helvt av
2015.



Grundupphæddin
er kr 50.028 um árið til ógiftan pensjónist ella kr 4.169 um mánaðan.



Grundupphæddin
er kr 39.756 um árið til gifta pensjónist ella kr 3.313 um mánaðan.



Grundupphæddin
er ikki skattskyldug.



Grundupphæddin
hevur ikki verið javnað síðan 1999. Tað hevur gjørt, at samlaða pensjónin er
dragnað nógv aftur út hesi seinastu 16 árini. Upprunaliga var ætlanin, at allur
neyðturvuligur livikostnaður hjá einum pensjónisti
  skuldi kunna rindast av grundupphæddini. Sum
er ber hetta sjálvandi ikki til. Men enn í 2015 verður grundupphæddin í fólkapensjón
frá 1999 nýtt sum grundarlag fyri tørvsmetingum eftir almannalóggávuni.



Allir
fólkapensjónistar hava rætt til grundupphæddina



Viðbótin er
kr 43.452 um árið til ógiftan pensjónist ella kr 3.621 um mánaðan

Viðbótin er
kr 34.572 um árið til giftan pensjónist ella kr 2.881 um mánaðan.

Viðbótin er
skattskyldug.



Viðbótin
varð fyrr javnað við 4% árliga. Javningin varð minkað frá 2009 og fram, og varð
javningin í lógini um áseting og javning av almannaveitingum fyri 2012 ásett at
vera 0%!! Tó varð viðbótin í 2012
  hækkað
við
  uml. 52 kr fyri ógiftan pensjónist
og væl minni fyri giftan pensjónist.Nú í juli mánaða 2015 varð viðbótin aftur
hækkað við 350 kr um mánaðan.



Bert
fólkapensjónistar, sum umframt fólkapensjón og samhaldsfasta hava eina inntøku,
sum er minni enn kr 61.900 árliga hava rætt til fulla viðbót.



Viðbótin
verður mótroknað við 60% av øðrum inntøkum enn fólkapensjón og samhaldsfasta
sum eru oman fyri kr 61.900 árliga. Tað merkir, at viðbótin er burtur, tá aðrar
inntøkur eru uml. 125.000 kr.



Aftur at
fólkapensjónini fáa pensjónistar, sum hava minni enn 60.000 kr í øðrum inntøkum
brennistuðul, sum árliga er kr 7.608 til ógiftan og kr. 3.804 til giftan
pennsjónist.



Samanlagt
merkir
  hetta, at ógiftur pensjónistur,
sum hevur aðrar innntøkur oman fyri uml. kr 125.000 í fólkapensjón fær kr 4.169
um mánaðan.



Giftur
pensjónistur í somu støðu fær kr. 3.313 í fólkapensjón um mánaðan, og er
inntøka hansara nóg høg missir hjúnarfelagin, sum als onga inntøku hevur,
eisini viðbøturnar og fær einans 
grunduppphædd
kr 3.313 um mánaðan.



Gift
pensjónistahjún, sum tilsamans hava aðra inntøku undir kr 80.000 fáa hálvan
brenninstudning hvør.



Fólkapensjónsskipanin
hevur síðan uml. 1960 verið fíggjað yvir skattin, við serligum pensjónsgjaldi,
sum er 2,5% av lønini og við stuðuli úr ríkiskassanum. Pensjónsgjaldið verður 
goldið
landskassanum saman við skattinum. Tað stóð á skattarokningi, sum Gjaldstovan
skrivaði út til fyrst í 80unum. Síðan tá hevur skattgjaldarin einki fingið at
vita um pensjónsgjaldið, men tað vit vita, hevur tað ongantíð verið avtikið,
men er innroknað í landsskattin. Stuðulin úr ríkiskassanum er uml. 220 mill,
sum svarar til áleið 25% av almannapensjónsútreiðslum landskassans.

Samlaða
fólkapensjónin, brennistuðulin íroknaður, er sostatt hendan:

ógiftur
pensjónistur
                        um
árið
                 um mánaðan



bert
grundupphædd                        50.028                    4.169    



full
fólkapensjón                             101.088                    8.424




giftur
pensjónistur
   

bert
grundupphædd
                         39.756                    3.313                    



full
fólkapensjón                                78.132                    6.511



 

Fólkapensjónir
í Danmark og Føroyum
  samanbornar



Politiski
retorikkurin her upp undir valið, hevur mangan snúð seg um at vera bestur. Vit
skulu vera bestir í Norðurlondum á øllum økjum, hoyra vit. Tað er óført, men er
tað eisini galdandi fyri útgjaldið
  av
fólkapensjón?



Í løtuni er
ikki gjørligt at bera føroysku fólkapensjónina saman við aðrar norðurlendskar
pensjónir enn ta donsku, sum annars hevði verið ynskiliigt. Hetta tí, neyðugu
upplýsingarnar eru ikki tøkar, sum er. Ein leyslig meting sigur tó, at í minsta
lagi donsku, norsku og svensku pensjónirnar eru á leið á sama støði, kanska við
teirri norsku sum tann besta. Men øll orsøk er til neyvt at bera føroysku
fólkapensjónina
  saman við ta donsku,
partvíst tí Danmark er okkara næsta
 
samstarvsland, sum vit oftast royna at samanbera okkum við og partvíst
tí uml. 1/4 av okkara pensjónsveitingum verða rindaðar av danska
ríkiskassanum
  umvegis blokkin, sum fer í
landskassan, og politikarar vilja vera við at ríkisveitingin skal fáa føroyskar
veitingar
  upp á sama støði sum danskar
veitingar.



Tá vit
samanbera føroyskar og danskar pensjónsviðbøtur, er vert at hava í huga, at
meðan føroyska viðbótin hjá ógiftum verður mótroknað í aðrari inntøku við
60%
  av inntøku oman fyri kr 61.900  árliga, verður danska viðbótin einans
mótroknað við 30,9% av inntøkum oman fyri kr. 67.500 árliga. Tað merkir, at ein
fólkapensjónistur í Danmark kann forvinna munandi meir enn føroyski
fólkapensjónisturin kann, áðrenn viðbótin er heilt burtur, fyri ógiftan
fólkapensjónist er danska markið kr 310.000 móti kr 125.000 í Føroyum.
 



 Árlig
fólkapensjón til ógiftan pensjónist:



                                                                                                                            Munur                  FO veiting í %



                                Danmark              Føroyar                Munur                  um
mánaðan     av DK veiting                     



Grundupph.       71.964                   50.028                   21.936                   1.828                     70%



Viðbót                  75.132                   43.452                   35.880
                 2.640                     58%



Eykaviðbót*       16.400                     7.608                     8.756                      733                      46%



Tilsamans          163.496                101.088                   62.408                   5.201                     62%


* Eykaviðbót
merkir sonevnda ældrecheck í Danmark og brennistuðul í Føroyum

Hetta
merkir, at ógifti pensjónisturin, sum hevur so mikið høga inntøku annars,
  at hann bert 
fær grundupphæddina í fólkapensjónini útgoldna, fær 70% av tí upphædd,
hann hevði fingið, um hann 
búði í
Danmark. Í krónum er munurin 21.936 árliga ella 1.828 um mánaðan.



Upp aftur
verri fyri er tann ógifti pensjónisturin, sum hevur so mikið lága inntøku
annars, at hann fær bæði fulla viðbót og brennistuðul umframt grundupphæddina.
Hansara fólkapensjón er bert 62% av teirri fólkapensjón, hann hevði fingið
útgoldnað, um hann búði í Danmark. Í krónum er munurin 62.408 um árið ella
5.201 um mánaðan.

Árlig
fólkapensjón til giftan pensjónist (bæði fáa hesar veitingar):



                                                                                                                Munur                  FO veiting



                                Danmark              Føroyar                Munur                  um
mánaðan     í % av DK veiting                              



Grundupph.          71.964                   39.756                   32.208                   2.684                     55%



Viðbót                    36.516                   34.572                     6.144                      162                      95%



Eykaviðbót*          16.400                     3.804                   12.596                   1.050                     23%



Tilsamans            124.880                   78.132                   46.748                   3.876                     63%       




*Eykaviðbót
merkir sonevnda ældrecheck í Danmark og brennistuðul í Føroyum

Gifti
føroyski
  pensjónisturin, sum einans fær
grundupphæddina í fólkapensjón útgoldna, fær einans 55% av teirri fólkapensjón,
hann hevði fingið útgoldið, um hann búði í Danmark. Munurin í krónum er 32.208
árliga ella 2.684 um mánaðan. Gifti pensjónisturin, sum fær fullar viðbøtur,
fær 63% av teirri upphædd, hann hevði fingið í Danmark, búði hann har. Í krónum
er munurin 46.748 árliga ella 3.876 um mánaðan til hvønn hjúnarfelagan.

Gongdin í
fólkapensjónini 2013-2015
 



Tað hevði
verið áhugavert at kunna lýst broytingarnar í føroysku fólkapensjónini yvir
eitt longri tíðarskeið bæði í mun til prís- og lønargongdina í Føroyum og í mun
til gongdina í donsku fólkapensjónini og pensjónirnar í Norðurlondum annars.
Hetta hevur Landsfelag Pensjónista tó hvørki upplýsingar
  ella arbeiðsorku til, sum er, men kanska kann
tað verða
  tikið upp seinri.  Beint nú ber
einans til at samanbera tølini fyri 2013 og 2015 í Føroyum og Danmark, men tann
samanberingin
  er sera áhugaverd, so
stutt tíðarskeiðið enn er.



Munur á
fólkapensjónsveitingum
  um mánaðan millum
Danmark
  og Føroyar



                                 Ógift                                                                                                     



                                Bert
grundupphædd                                      Full
fólkapensjón



                                Munur kr             % av DK veiting Munur kr             %
av DK veiting



2013                       1.635                     72%                                        4.749                     63%



2014



2015, jan.             1.828                     70%                                        5.551                     59%



2015, juli              1.828                     70%                                        5.201                     62%



 



                                Gift                                                                                                       



                                Bert
grundupphædd                                      Full
fólkapensjón



                                Munur kr             % av DK veiting Munur kr             %
av DK veiting



2013                       2.491                     57%                                        3.549                     63%



2014



2015, jan.             2684                       55%                                        4.246                     59%



2015, juli              2684                       55%                                        3.896                     63%



 



Upp á 2 ár
er  danska grundupphæddin hækkað við 193
kr bæði fyri ógift og gift, meðan tann



føroyska sum
vant stendur  í stað. Donsku viðbøturnar
eru hækkaðar so nógv hesi bæði árini, at samlaða fólkapensjónin hjá ógiftum
pensjónisti er hækkað 802 kr og hjá giftum pensjónisti 607 kr. Munurin millum
fulla pensjón í Føroyum og Danmark vaks tískil úr kr 4.749 upp í kr 5.551 um
mánaðan fyri ógiftan fólkapensjónist og úr kr 3.549 upp í kr 4.246 um mánaðan
fyri giftan pensjónist.



Men so í
juli mánaða kom tiltakið í gildi, sum Føroya Løgting samtykti fyri at lætta um
hjá fólkapensjónistum og sum so mikil rómur stóðst um.
  Í seinru helvt av 2015 fáa 4.900 føroyskir
fólkapensjónistar kr 350 meir um mánaðan. Ógiftu fólkapensjónistarnir kunnu so
frøðast um, at nú írestar bert 5.201 kr í staðin fyri 5.551 kr um mánaðin fyri
at koma upp á
  danskt støði. Føroyar eru
ríkar, ætlandi ríkari enn Danmark. Men
 
føroyskir fólkapensjónistar merkja lítið til rikidømið. ongar reglur eru
fyri javning av pensjónum, bert onkur náðigáva frá
  okkara valdshavarum við 3-4 ára  millumbili, meðan  danskir fólkapensjónistar á hvørjum ári fáa
sína fólkapensjón javnaða eftir fast ásettum reglum. Sum sæst, hilnast tann
regluliga javningin munandi betur enn tær hissini hækkingar
  føroyskum 
fólkapensjónistum verður unt, og munurin á føroyskari og danskari
fólkapensjón bert økist
  á hvørjum ári.

Hevur
samfelagið ráð til universellu fólkapensjónina?



Ført verður
mangan fram, at føroyska samfelagið hevur ikki ráð til hesar høgu
pensjónsveitingarnar og í longdini fer tað als ikki at bera til at rinda so
høgar pensjónir. Her skal verða kannað, um Føroyar veruliga eru so fátækar, at
landið ikki orkar at røkja sínar skyldur mótvegis teimum, sum alt sítt virkna
lív hava goldið skatt til eitt nú fólkapensjón umframt beinleiðis
pensjónsgjaldið, sum er 2,5%
  av lønini?
Vit hava sæð, at danska samfelagið - umframt at rinda 1/4 av føroysku



fólkapensjónsveitingunum
- hvønn mánaða rindar sínum egnu fólkapensjónistum fleiri túsund krónur meir
enn føroyska samfelagið metir seg hava ráð til. Danska samfelagið man tí vera
ótrúliga nógv ríkari enn tað føroyska. Alt
 
hetta kunnu vit meta um við at samanbera fólkapensjónina við
bruttotjóðarúrtøkuna í ávíkavist Føroyum (BTÚ) og Danmark (BNP).



Pensjónsveitingar
í Danmark og Føroyum í mun til BNP (Danmark) og BTÚ (Føroyar)



BTÚ í
Føroyum er seinru árini vaksin við risaferð uttan at pensjónistar hava fingið
nakran ágóða av tí. Roknað verður við, at BTÚ í 2014 fer upp um danska BNP, men
tey tølini eru ikki tøk enn.



Í hesum
útrokningum verða  tí tøl fyri 2013 nýtt.



BTÚ var í
Føroyum í 2013 uml. Kr 305.000 pro persona.



BNP var í
Danmark í 2013 uml. Kr 331.000 pro persona



Ógiftur
pensjónistur fekk í 2013 hesar fólkapensjónsveitingar  
  



                                                                í
Føroyum                                             í
Danmark                                            Munur



                                                                kr            % av BTÚ p.p.                kr                             % av BNP p.p.                                                                                                                                                                                                                   



við einans
grundupph.                  50.028                   16%                        69.648                   21%                        5%



við hægstu
fólkapens.                   96.888                   32%                        153.884                 47%                        15%



 



Giftur
pensjónistur



við einans
grundupph.                39.756                   13%                        69.648                   21%                        8%



Við hægstu
fólkapens.                 73.932                   24%                      116.516                   35%                        11%



                                               



Sum vit áður
sóu, eru fólkapensjónsveitingarnar í Danmark fleiri túsund krónnur hægri um
mánaðan enn tær eru í Føroyum. Her sæst eisini, at danir nýta munandi meir av
teirra BNP til fólkapensjón enn føroyingar nýta av teirra BTÚ, úr 5% heilt upp
í 15% meir. At danir so í veruleikanum eisini yvir blokkin rinda uml. 25% av
føroysku fólkapensjónsútreiðslunum, ger tað heilt láturligt
  at tosa um ikki at hava ráð til
fólkapensjónina. Orsøkin til, at føroyska fólkapensjónin helst er tann
vánaligasta í Norðurlondum er ikki
 
peningatrot, men tørvandi 
politiskur vilji, sum hevur við sær, at veitingarnar til fólkapensjón
verða niðurprioriteraðar.

Í hesum
útrokningum eru Samhaldsfasti og
  ATP
ikki tikin við, partvíst tí, at Samhaldsfasti veitir eitt samhaldsfast útgjald
til øll, meðan ATP er ein eginpensjón, sum rindar út í mun til inngjaldið frá
tí einstaka, og tað tí ikki ber til at samanbera útgjaldini. Men einamest tí
talan er um arbeiðsmarknaðargrunnar, sum eru leysir av kassunum hjá tí almenna.

Heldur ikki
eru hvørki skattaviðurskifti, kostnaðarstøði ella danskar almannaskipanir, sum
ikki finnast í Føroyum, tiknar við, eitt nú boligtilskud, boligsikring, varmetillæg,
helbredstillæg og mangar aðrar, sum lyfta pensjónistar á niðastu rók munandi
upp. Útrokningarnar snúgva seg einans um bruttoútgjald í fólkapensjón.

Tølini vísa
eisini, at tað er ikki satt, tá ført verður fram, at um vit avtaka
samhaldsføstu, universellu fólkapensjónina, verður so mikið meir til teirra,
sum veruliga tørva. Í 16 ár hevur tann universella veitingin til øll verið
innanholað av prís- og lønarvøkstri. Tað hevur ikki givið meira pening til
teirra, sum lítið annað hava enn fólkapensjónina og samhaldsfasta. Teirra
veitingar eru somuleiðis minkaðar í virði. Tað er ein sannroynd, at ein
fátækraveiting altíð hevur lyndi til at gerast ein fátæk veiting. Hetta er ikki
fyrstu ferð, tað er ásannað.

Pensjónistar
í fátækradømi



Úrslitini av
føroyska pensjónspolitikkinum seinastu mongu árini eru eisini eyðsæð. Meir enn
fimti hvør føroyski pensjónistur (21,3% ella 1491 pensjónistar) vóru í
fátækraváða í 2013. Hetta eru dupult so mong, sum miðal fyri føroyingar í 2013
(10,3%). Av teimum í fátækraváða vóru uml. helmingurin (716 pensjónistar)
mettir at vera beinleiðis fátækir. Eftir tí, sum áður er sagt, er eingin orsøk
at halda, at hesi tøl eru minkað seinastu 2 árini. Tvørtur ímóti er øll orsøk
til at rokna við, at enn fleiri pensjónistar nú eru í fátækraváða
  ella beinleiðis fátækir enn fyri tveimum árum
síðan.

Hvat er at
gera?



Universella
fólkapensjónin skal verða verandi grundstuðulin undir føroysku
eldrapensjónsskipanini.



Landsfelag
Pensjónista hevur sum yvirskipað mál, at fólkapensjónin kemur upp á hædd við ta
bestu fólkapensjón í Norðurlondum, eitt nú ta donsku.
  og at hon verður javnað í samsvari við lønar-
og prísgongdina í samfelagnum. Tað hevði bjargað øllum fólkapensjónistum úr
fátækraváða.



Hetta gerst
ikki eftir einum degi. Tí má Landsfelag Pensjónista fyrst hugsa um teir uml.
1500 fólkapensjónistarnar, sum liva í fátækraváða og fátækradømi.
Pensjónsviðbøturnar mugu beinan vegin verða javnaðar soleiðis, at hesi øll
verða lyft upp um fátækramarkið. Samstundis eigur ein ætlan at verða gjørd
fyri, hvussu tann niðurlagaða
 
fólkapensjónin yvir eitt tíðarskeið verður lyft upp á ætlaða støðið og
reglur verða gjørdar fyri eini árligari
 
javning av samlaðu fólkapensjónini, sum byggir á teir  tríggjar 
faktorarnar prísir, lønir og  BTÚ.

Tórshavn,
tann 04.09.2015



Vegna
nevndina í Landsfelag Pensjónista



 Arne
Thorsteinsson
,



formaður