Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eyðfinn Reyðberg, ráðgevi, Magnus Arge, formaður í Klaksvíkar Handilsfelag, Alis Eliasen, nevndarlimur, Gunvá við Keldu, borgarstjóri, Malena Andreasen, nevndarlimur, og Søren Z. Jacobsen, nevndarlimur.

Hugaligar niðurstøður í dagførdu handilsanalysuni

Talið av handlum er lækkað nakað, síðan Norðoyatunnilin lat upp, men bæði fermetratal, umsetningur og góðska eru munandi økt hesa tíðina, staðfestir dagførda handilsanalysan, sum nú verður kunngjørd fyri handlunum í Klaksvík. Analysan av handilslívinum í Klaksvík, sum júst er blivin dagførd í sambandi við miðbýarætlan kommununnar, kemur til fleiri áhugaverdar og hugaligar niðurstøður, sum nú verða lagdar fyri handlarnar í Klaksvík.

Kommunan og Klaksvíkar Handilsfelag samdust um at fremja hesa dagføringina av handilsanalysuni, sum fyrstu ferð varð gjørd í 2005, áðrenn Norðoyatunnilin lat upp. Á henda hátt ber til at staðfesta gongdina í handilslívinum, síðan fasta vegasambandið til Norðoyggjar gjørdist veruleiki.

Danska konsulentfyritøkan ICP hevur gjørt analysuna í samstarvið við Eyðfinn Reyðberg, vinnuráðgeva.

Nú úrslitið fyriliggur, hava kommunan og handilsfelagið avtalað at hava ein kunningarfund fyri handlunum í Klaksvík, har Gunvá við Keldu, borgarstjóri, Magnus Arge, formaður í handilsfelagnum, og Eyðfinn Reyðberg, ráðgevi, fara at greiða frá

Kelda: www.klaksvik.fo