Talið av handlum er lækkað nakað, síðan Norðoyatunnilin lat upp, men bæði fermetratal, umsetningur og góðska eru munandi økt hesa tíðina, staðfestir dagførda handilsanalysan, sum nú verður kunngjørd fyri handlunum í Klaksvík. Analysan av handilslívinum í Klaksvík, sum júst er blivin dagførd í sambandi við miðbýarætlan kommununnar, kemur til fleiri áhugaverdar og hugaligar niðurstøður, sum nú verða lagdar fyri handlarnar í Klaksvík.
Kommunan og Klaksvíkar Handilsfelag samdust um at fremja hesa dagføringina av handilsanalysuni, sum fyrstu ferð varð gjørd í 2005, áðrenn Norðoyatunnilin lat upp. Á henda hátt ber til at staðfesta gongdina í handilslívinum, síðan fasta vegasambandið til Norðoyggjar gjørdist veruleiki.
Danska konsulentfyritøkan ICP hevur gjørt analysuna í samstarvið við Eyðfinn Reyðberg, vinnuráðgeva.
Nú úrslitið fyriliggur, hava kommunan og handilsfelagið avtalað at hava ein kunningarfund fyri handlunum í Klaksvík, har Gunvá við Keldu, borgarstjóri, Magnus Arge, formaður í handilsfelagnum, og Eyðfinn Reyðberg, ráðgevi, fara at greiða frá
Kelda: www.klaksvik.fo