Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heiðursframsýning fyri Astrid Andreasen

Dan Klein --- 09.06.2018 - 08:30

Astrid Andreasen, listakvinna, fyllir 70 ár 31. juli 2018. 

Tíðindaskriv

Í hesum sambandi verður stór heiðursframsýning í Müllers Pakkhúsi frá 4. august – 19. august 2018. 

Stigtakarar og samskiparar eru Jórunn Dánialsdóttir og Jóan Pauli Poulsen. 
 
Astrid er føroysk listakvinna, ið er fødd og uppvaksin í Vestmanna. Hon hevur arbeitt og arbeiðir við list í breiðum týdningi. Hon hevur gjørt eina røð av listaverkum og hennara list prýðir nógvar stovnar og fyritøkur í Føroyum. Eisini hevur hon gjørt nógv frímerkir og nógvar tekningar av livandi verum, sum finnast í Føroyum, fuglar, fiskar, tara osfr. Sí ein lista yvir hennara listaverk her: http://www.mynd.fo/astrid-andreasen.html
 
Astrid arbeiðir við 
 
Tekstil - herundir áseyming, binding, hekling, baldýring, veving
Vatnlitum/akryl
Blýantstekningum - herundir vísindaligum illustratiónum
Metal
Klip
Steinprent
 
Astrid er gift við Bjørka Geyti. Tey hava tvey børn og 5 ommu- og abbabørn. 
 
 
Ein síða er upprættað á Facebook, í sambandi við framsýningina: https://www.facebook.com/andreasenastrid/ 
 
Á hesari síðu, ber til at lesa meiri um framsýningina. Eitt nú verða myndir og videoklip lagt út her, fram til sýningin opnar.