Heiðursframsýning fyri Astrid Andreasen
Astrid Andreasen, listakvinna, fyllir 70 ár 31. juli 2018.
Tíðindaskriv
Í hesum sambandi verður stór heiðursframsýning í Müllers Pakkhúsi frá 4. august – 19. august 2018.
Stigtakarar og samskiparar eru Jórunn Dánialsdóttir og Jóan Pauli Poulsen.
Astrid er føroysk listakvinna, ið er fødd og uppvaksin í Vestmanna. Hon hevur arbeitt og arbeiðir við list í breiðum týdningi. Hon hevur gjørt eina røð av listaverkum og hennara list prýðir nógvar stovnar og fyritøkur í Føroyum. Eisini hevur hon gjørt nógv frímerkir og nógvar tekningar av livandi verum, sum finnast í Føroyum, fuglar, fiskar, tara osfr. Sí ein lista yvir hennara listaverk her:
http://www.mynd.fo/astrid-andreasen.html
Astrid arbeiðir við
• Tekstil - herundir áseyming, binding, hekling, baldýring, veving
• Vatnlitum/akryl
• Blýantstekningum - herundir vísindaligum illustratiónum
• Metal
• Klip
• Steinprent
Astrid er gift við Bjørka Geyti. Tey hava tvey børn og 5 ommu- og abbabørn.
Á hesari síðu, ber til at lesa meiri um framsýningina. Eitt nú verða myndir og videoklip lagt út her, fram til sýningin opnar.