Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fotograf: Beinta á Torkilsheyggi

Hamferð - tilnevndir Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins

”Hamferð” nevnist tað fyribrigdið, tá sjómenn vísa seg fyri sínum nærmastu, tá teir ganga burtur. Hamferð er eisini navnið á føroyska doom-bólkinum, sum í ár er tilnevndur Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri útgávuna ‘Támsins likam’.

Síðan bólkurin var stovnaður í 2009, hevur Hamferð sitið tungt á føroyska tungmálms tónleikalívinum. Bólkurin hevur megnað at sameina gamlar føroyskar sangsiðir við einum nútímans dámi. Við í bólkinum eru sangarin, Jón Aldará, guitarleikararnir Theodor Kapnas og John Áki Egholm, bassleikarin, Ísak Petersen, trummuleikarin, Remi K. Johannesen og Esmar Joensen spælir keyboard. Tað var annar guitarleikarin, sum fekk hugskotið at spæla doom:


‘Hamferð byrjaði sum bólkur í 2008. Guitarleikarin John fekk hugskotið at royna at skriva doom tónleik á føroyskum. Tað riggaði so væl, at vit síðan bara hava hildið áfram at menna okkara ljóð. Tað kann vera eitt sindur torført at seta tónleikin í bás. Vit eru sjálvandi ein doombólkur, men doom er eisini ein breið tónleikagrein, so heitið hevur sum so ikki so nógvan týdning. Tá ið vit skriva tónleik, snýr tað seg mest um at raka rætta huglagið’, greiður Theodor Kapnas frá úr minibussinum í Týsklandi, har bólkurin júst nú er á einari 6-daga konsertferð í Týsklandi, Hollandi og Belgia.


Myrkur og tunglyndi

Doom er tyngri og seinni enn onnur sløg av tungmálmi og tekstirnir hava stóran týdning - tekstirnir sum ofta snúgva seg um svartskygni, ráðloysi og vónloysi. Og bólkurin dugir um nakar at fáa myrkrið og vónloysið fram í tónleikinum:


Tekstirnir hava stóran týdning fyri okkum. Tað er sjálvandi eitt sindur av einari andsøgn, tá teir flestu av okkara fjepparum ikki skilja føroyskt. Men tekstirnir eru ein stórur partur av samlaða úttrykkinum. Og eg haldi at tað hevur týdning fyri hvussu fólk uppliva tónleikin, sjálvt um har helst eru mong, sum ikki skilja orðini’, sigur Theodor Kapnas.

Spøkilsir og illbønir

Navnið Hamferð stavar frá gomlum føroyskum søgum, greiður Theodor Kapnas frá:


‘Har eru søgur, oftast um kvinnur, ið hava sæð spøkilsir av sínum nærmastu, áðrenn teir eru farnir til sjós, á veiðu ella líknandi. Ein tílík opinbering var tulkað sum ein ávaring um, at okkurt álvarsligt fór at henda persóninum. Til dømis eru søgur um kvinnur, ið hava sæð teirra menn standa rennvátar í kamarsdurinum náttina fyri teir skuldu út at fiska. Sagt var, at um man greiddi persóninum frá, hvat man hevði sæð, fór tað at koma einum sjálvum aftur um brekku. So tað er eitt ógvuliga hóskandi navn til ein doom bólk’, greiður Theodor Kapnas frá.

Tungmálmur í Føroyum

Um hugt verður eftir góðsku, stendur tungmálmurin í Føroyum heilt væl:


‘Vit hava fleiri góðar bólkar, ið gera spennandi ting fyri tíðina. Men virksemið er minkað eitt sindur nú í mun til seinastu 5-10 árini. Á einum so lítlum staði sum Føroyum, er virksemið tongt at hvussu ágrýtnir teir ungu tónleikararnir eru. Og okkara ættarlið av tónleikarum er kanska komið har til, at teir steðga við at spæla í bólki. Tí er tørvur á, at har kemur eitt nýtt ættarlið til, sum heldur tað vera feitt at standa í einum venjingarhøli og spæla tungmálm’, sigur Theodor Kapnas, sum samstundis leggur aftrat at fjeppararnir hjá Hamferð og hjá øðrum føroyskum tungmálms bólkum eru áhaldandi og trúgvir:


‘Tað er sjálvandi ein stórur fyrimunur, at fjeppararnir eru trúgvir. Um man sammetir smærru undirgreinirnar innan tungmálm við meira kommersiellan tónleik, so er loyaliteturin hjá fjepparunum ein av teimum stóru mununum. Tað tekur langa tíð at uppbyggja ein bólk, tá man til dømis spælir doom. Men tá bólkurin ordiliga hevur fótað sær, hevur man eina trúgva fjepparafjøld, sum ikki gloymur bólkin, sjálvt um har ganga nakrir mánaðir, har einki virksemi er’.


Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins

Bólkurin Hamferð er tilnevndur Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri útgávuna ‘Támsins likam’. Saman við undarfarnu útgávunum frá 2010 og 2013 hava Hamferð nú fullfíggjað tríverkið, sum hevur verið ávegis í næstan eitt áratíggju. Og tilnevningin hevur stóran týdning, greiður Theodor Kapnas frá:


‘Tað er sjálvandi ein stórur heiður at vera tilnevndur til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins. Tá vit byrjaðu at arbeiða uppá “Támsins likam”, valdu vit tíðliga í tilgongdini at leggja dent á, at tónleikurin skuldi vera ein long kompositión og ikki bara vera ein samling av sangum. So vit eru sera ernir av, at útgávan hevur fingið eina tilnevning sum hesa. Vit gleða okkum til handanina um ein mánað’, sigur Theodor Kapnas og heldur áfram:


‘Sum bólkur hava vit arbeitt fram ímóti ljóðnum á “Támsins likam” í eitt áratíggju. Okkara fyrsta útgáva, EP’in “Vilst er síðsta fet”, var fyrsta stigið ávegis. Nøkur ár seinni útgóvu vit “Evst”, har tað eru tekstirnir, ið binda løgini saman. Har eru eisini nøkur tema, ið eru at finna í fleiri av løgunum. Men á “Támsins limam” vildu vit arbeiða soleiðis at orð og løg longu frá byrjanini vóru samantongd. Og tað halda vit er eydnast heilt væl”.


Nýggj útgáva ávegis

Tá konsertferðin í Týsklandi, Hollandi og Belgia er av og limirnir eru aftur í Føroyum, hava teir úr at gera langt inn í 2019:

‘Vit hava eina norðurlendska konsertferð í desembur, har vit m.a. spæla í Keypmannahavn og Odense. Vit eru eisini bookaðir til at spæla á nøkrum spennandi festivalum í 2019, m.a. Wacken Open Air í Týskland, sum vit gleða okkum ómetaliga nógv til. Og harumframt vænti og vóni eg, at 2019 er árið, har vit fáa fjórðu útgávuna út, so har ikki gongur ov long tíð áðrenn vit aftur útgeva nýggjan tónleik’.

 Koda limatiltak í Føroyum við fokus á útflutningi


Tann 13. novembur verður eitt limatiltak í Føroyum við fokus á tónleikaútflutningi - eitt tiltak, har høvi m.a. verður at hitta Hamferð, sum vilja greiða frá, hvat teir sjálvir hava gjørt fyri at fáa teirra tónleik út um landoddarnar:


‘At útflyta tónleik er torført - óansæð hvar tú býrt. Vanliga hevur tað verið nærum vónleyst at útflutt tónleik úr Føroyum, tí umframt tær avbjóðingarnar sum standast av innspæling, útgávu og marknaðarføring, so hevur logistikkurin verið torførur at fáa at ganga upp, tá spælast skuldi aðra staðni enn í Føroyum. Seinastu árini er nógv broytt. Nú ber til hjá tónleikarum at fáa hjálp til at koma út í heim. Nú ber eisini til at fáa hjálp til útgávur og til at koma at spæla fyri røttu fólkunum. Men sjálvandi er tað framvegis neyðugt við góðum tónleiki, at man hugsar strategiskt og at arbeitt verður miðvíst og beinhart’ endar Theodor Kapnas.


Les meira um limatiltakið hjá Koda í Føroyum og tekna teg her.