Hamferð - tilnevndir Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins

”Hamferð”
nevnist tað fyribrigdið, tá sjómenn vísa seg fyri sínum nærmastu, tá teir ganga
burtur. Hamferð er eisini navnið á føroyska doom-bólkinum, sum í ár er
tilnevndur Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri útgávuna ‘Támsins likam’.



Síðan bólkurin var stovnaður í 2009, hevur
Hamferð sitið tungt á føroyska tungmálms tónleikalívinum. Bólkurin hevur megnað
at sameina gamlar føroyskar sangsiðir við einum nútímans dámi. Við í bólkinum
eru sangarin, Jón Aldará, guitarleikararnir Theodor Kapnas og John Áki Egholm,
bassleikarin, Ísak Petersen, trummuleikarin, Remi K. Johannesen og Esmar
Joensen spælir keyboard. Tað var annar guitarleikarin, sum fekk hugskotið at
spæla doom:




‘Hamferð byrjaði sum bólkur í 2008.
Guitarleikarin John fekk hugskotið at royna at skriva doom tónleik á føroyskum.
Tað riggaði so væl, at vit síðan bara hava hildið áfram at menna okkara ljóð.
Tað kann vera eitt sindur torført at seta tónleikin í bás. Vit eru sjálvandi
ein doombólkur, men doom er eisini ein breið tónleikagrein, so heitið hevur sum
so ikki so nógvan týdning. Tá ið vit skriva tónleik, snýr tað seg mest um at
raka rætta huglagið’
, greiður
Theodor Kapnas frá úr minibussinum í Týsklandi, har bólkurin júst nú er á
einari 6-daga konsertferð í Týsklandi, Hollandi og Belgia.




Myrkur og tunglyndi



Doom er tyngri og seinni enn onnur sløg av
tungmálmi og tekstirnir hava stóran týdning - tekstirnir sum ofta snúgva seg um
svartskygni, ráðloysi og vónloysi. Og bólkurin dugir um nakar at fáa myrkrið og
vónloysið fram í tónleikinum:




Tekstirnir hava stóran týdning fyri okkum. Tað er
sjálvandi eitt sindur av einari andsøgn, tá teir flestu av okkara fjepparum
ikki skilja føroyskt. Men tekstirnir eru ein stórur partur av samlaða
úttrykkinum. Og eg haldi
at tað hevur týdning fyri hvussu fólk uppliva tónleikin, sjálvt um har helst
eru mong, sum ikki skilja orðini’,
sigur
Theodor Kapnas.



Spøkilsir og illbønir



Navnið Hamferð stavar frá gomlum føroyskum
søgum, greiður Theodor Kapnas frá:




‘Har eru søgur, oftast um kvinnur, ið hava
sæð spøkilsir av sínum nærmastu, áðrenn teir eru farnir til sjós, á veiðu ella
líknandi. Ein tílík opinbering var tulkað sum ein ávaring um, at okkurt
álvarsligt fór at henda persóninum. Til dømis eru søgur um kvinnur, ið hava sæð
teirra menn standa rennvátar í kamarsdurinum náttina fyri teir skuldu út at
fiska. Sagt var, at um man greiddi persóninum frá, hvat man hevði sæð, fór tað
at koma einum sjálvum aftur um brekku. So tað er eitt ógvuliga hóskandi navn
til ein doom bólk’
, greiður
Theodor Kapnas frá.



Tungmálmur í Føroyum



Um hugt verður eftir góðsku, stendur
tungmálmurin í Føroyum heilt væl:




‘Vit hava fleiri góðar bólkar, ið gera
spennandi ting fyri tíðina. Men virksemið er minkað eitt sindur nú í mun til
seinastu 5-10 árini. Á einum so lítlum staði sum Føroyum, er virksemið tongt at
hvussu ágrýtnir teir ungu tónleikararnir eru. Og okkara ættarlið av tónleikarum
er kanska komið har til, at teir steðga við at spæla í bólki. Tí er tørvur á,
at har kemur eitt nýtt ættarlið til, sum heldur tað vera feitt at standa í
einum venjingarhøli og spæla tungmálm’
, sigur Theodor Kapnas, sum samstundis leggur aftrat
at fjeppararnir hjá Hamferð og hjá øðrum føroyskum tungmálms bólkum eru
áhaldandi og trúgvir:




‘Tað er sjálvandi ein stórur fyrimunur, at
fjeppararnir eru trúgvir. Um man sammetir smærru undirgreinirnar innan tungmálm
við meira kommersiellan tónleik, so er loyaliteturin hjá fjepparunum ein av
teimum stóru mununum. Tað tekur langa tíð at uppbyggja ein bólk, tá man til
dømis spælir doom. Men tá bólkurin ordiliga hevur fótað sær, hevur man eina
trúgva fjepparafjøld, sum ikki gloymur bólkin, sjálvt um har ganga nakrir
mánaðir, har einki virksemi er’.


Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins



Bólkurin Hamferð er tilnevndur Tónlistavirðisløn
Norðurlandaráðsins fyri útgávuna ‘Támsins likam’. Saman við undarfarnu
útgávunum frá 2010 og 2013 hava Hamferð nú fullfíggjað tríverkið, sum hevur
verið ávegis í næstan eitt áratíggju. Og tilnevningin hevur stóran týdning,
greiður Theodor Kapnas frá:




‘Tað er sjálvandi ein stórur heiður at
vera tilnevndur til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins. Tá vit byrjaðu at
arbeiða uppá “Támsins likam”, valdu vit tíðliga í tilgongdini at leggja dent á,
at tónleikurin skuldi vera ein long kompositión og ikki bara vera ein samling
av sangum. So vit eru sera ernir av, at útgávan hevur fingið eina tilnevning
sum hesa. Vit gleða okkum til handanina um ein mánað’
, sigur Theodor Kapnas og heldur áfram:




‘Sum bólkur hava vit arbeitt fram ímóti
ljóðnum á “Támsins likam” í eitt áratíggju. Okkara fyrsta útgáva, EP’in “Vilst
er síðsta fet”, var fyrsta stigið ávegis. Nøkur ár seinni útgóvu vit “Evst”,
har tað eru tekstirnir, ið binda løgini saman. Har eru eisini nøkur tema, ið
eru at finna í fleiri av løgunum. Men á “Támsins limam” vildu vit arbeiða
soleiðis at orð og løg longu frá byrjanini vóru samantongd. Og tað halda vit er
eydnast heilt væl”.




Nýggj útgáva ávegis



Tá konsertferðin í Týsklandi, Hollandi og
Belgia er av og limirnir eru aftur í Føroyum, hava teir úr at gera langt inn í
2019:



‘Vit hava eina norðurlendska konsertferð í
desembur, har vit m.a. spæla í Keypmannahavn og Odense. Vit eru eisini bookaðir
til at spæla á nøkrum spennandi festivalum í 2019, m.a. Wacken Open Air í
Týskland, sum vit gleða okkum ómetaliga nógv til. Og harumframt vænti og vóni
eg, at 2019 er árið, har vit fáa fjórðu útgávuna út, so har ikki gongur ov long
tíð áðrenn vit aftur útgeva nýggjan tónleik’.



 Koda limatiltak í Føroyum við fokus á
útflutningi




Tann 13. novembur verður eitt limatiltak í
Føroyum við fokus á tónleikaútflutningi - eitt tiltak, har høvi m.a. verður at
hitta Hamferð, sum vilja greiða frá, hvat teir sjálvir hava gjørt fyri at fáa
teirra tónleik út um landoddarnar:




‘At útflyta tónleik er torført - óansæð
hvar tú býrt. Vanliga hevur tað verið nærum vónleyst at útflutt tónleik úr
Føroyum, tí umframt tær avbjóðingarnar sum standast av innspæling, útgávu og
marknaðarføring, so hevur logistikkurin verið torførur at fáa at ganga upp, tá
spælast skuldi aðra staðni enn í Føroyum. Seinastu árini er nógv broytt. Nú ber
til hjá tónleikarum at fáa hjálp til at koma út í heim. Nú ber eisini til at
fáa hjálp til útgávur og til at koma at spæla fyri røttu fólkunum. Men
sjálvandi er tað framvegis neyðugt við góðum tónleiki, at man hugsar
strategiskt og at arbeitt verður miðvíst og beinhart’
endar Theodor Kapnas.




Les meira um limatiltakið hjá Koda í
Føroyum og tekna teg
her.