Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

GESTABÚSTAÐUR Í STOKKHÓLMI

Listafólk og onnur í Tórshavnar kommunu, sum fáast við mentanarligt arbeiði, hava aftur í ár høvi at gista 1-2 vikur í Villa Bergshyddan í Stokkhólmi. 

Tórshavnar kommuna tekur lut í norðurlendskum høvuðsstaðarsamstarvi á mentanarøkinum saman við Helsinki, Oslo, Stokkhólmi, Keypmannahavn, Reykjavík, Nuuk og Mariehamn. 

Stokkhólms kommuna býður íbúgvum í norðurlendsku høvuðsstøðunum at búgva í Villa Bergshyddan í styttri tíðarskeið í summarhálvuni og arbeiða við virksemi sínum. Hesi kunnu t.d. vera høvundar, tónleikarar, sjónleikarar, myndlistafólk, tíðindafólk, granskarar og onnur, sum í breiðari merking fáast við mentan. Kostnaðurin er 1.400,00 svenskar krónur um vikuna.

Dentur verður lagdur á, at tey, sum fáa innivist í Villa Bergshyddan, knýta sambond við starvsfelagar í Stokkhólmi og á tann hátt veita sínámillum kunning og møguliga eisini fáa í lag samstarv. 

Umsóknarblað fæst á http://www.stockholm.se/nordisktkultursamarbete, har fleiri upplýsingar eru um stuðulin. 

Freistin at søkja er 14. februar 2016, og umsóknir verða at senda til kultur@stockholm.se.