GESTABÚSTAÐUR Í STOKKHÓLMI
Listafólk og onnur í Tórshavnar kommunu, sum fáast við mentanarligt arbeiði, hava aftur í ár høvi at gista 1-2 vikur í Villa Bergshyddan í Stokkhólmi.
Tórshavnar kommuna tekur lut í norðurlendskum høvuðsstaðarsamstarvi á mentanarøkinum saman við Helsinki, Oslo, Stokkhólmi, Keypmannahavn, Reykjavík, Nuuk og Mariehamn.
Stokkhólms kommuna býður íbúgvum í norðurlendsku høvuðsstøðunum at búgva í Villa Bergshyddan í styttri tíðarskeið í summarhálvuni og arbeiða við virksemi sínum. Hesi kunnu t.d. vera høvundar, tónleikarar, sjónleikarar, myndlistafólk, tíðindafólk, granskarar og onnur, sum í breiðari merking fáast við mentan. Kostnaðurin er 1.400,00 svenskar krónur um vikuna.
Dentur verður lagdur á, at tey, sum fáa innivist í Villa Bergshyddan, knýta sambond við starvsfelagar í Stokkhólmi og á tann hátt veita sínámillum kunning og møguliga eisini fáa í lag samstarv.