Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrireika bygging av nýggjum skúla

Arbeiðsbólkur og arbeiðssetningur

Í álitinum um skúlabygnað og skúlabygging 2012-2021 (sí mál 2011-0679), sum skúlastýrini eisini hava viðgjørt og gjørt viðmerkingar til, verður m.a. mælt til at byggja nýggjan trý sporaðan skúla í staðin fyri Tórshavnar kommunuskúla og Venjingarskúlan. Mælt verður eisini til at skipa forskúla og frítíðarskúla í øllum skúlum. Haraftrat er lagt upp til at hava tilboð til næmingar við serligum avbjóðingum.

Hesin nýggi skúlin hevur arbeiðsheitið Vesturskúli við tað, at hann ætlandi verður staðsettur í Vesturbýnum inn frá Landavegnum, har økið eisini er lagt av til at byggja ítróttahøll. Inn frá Marknagilsvegnum verður miðnámsskúladepilin granni.

Tørvur er á at gera uppskot til eitt meira útgreinað konsept bæði um samlaða virksemið í skúlanum og bygningin sjálvan. Hetta arbeiðið er at meta sum ein fyrsta fyrireiking og hugskotsgrundarlag fyri víðari politiskari viðgerð og støðutakan til at seta bygginevnd og at útvega byggiskrá v.m.

Tilmæli:

Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin mæla til at geva umsitingini heimild til at seta arbeiðsbólk við umboðum fyri umsitingina, skúlarnar, frítíðarskúlarnar og møguliga onnur at gera uppskot til yvirskipað konsept fyri nýggja skúlanum at lata mentamálanevndina aftur til viðgerðar í seinasta lagi 15. juni 2012.

Mentamálanevndin 30. apríl 2012: Samtykt at taka undir við tilmælinum.

Býráðið 2. mai 2012: Tikið av skrá.

Ískoyti:

Arbeiðsbólkurin hevur latið gera uppskot til yvirskipað konsept fyri nýggja skúlan, sí frágreiðing. Arbeiðsbólkurin hevur m.a. lýst námsfrøðiliga profilin við atliti at eitt nú ætlanini um deildarbýti, floks- og hølisbýti, samstarv millum lærarar og pedagogar, samstarv millum skúlar, serundirvísing og næmingatrivnað. Harumframt verður nomið við staðsetingina, bygningsstødd v.m.

Konseptið er í góðum samsvari við álitið um skúlabygnað og skúlabygging eins og viðmerkingarnar frá skúlastýrunum (máltal 2011-0679).

Mett verður, at tilfarið, ið arbeiðsbólkurin hevur latið úr hondum, saman við álitinum um skúlabygnað og skúlabygging og viðmerkingunum frá skúlastýrunum er haldgott grundarlag fyri at fara víðari í tilgongdini at fyrireika bygging av nýggjum Vesturskúla. Næsta stigið er sostatt at seta bygginevnd og at útvega byggiskrá.

Til endamálið skal fígging fáast til vega. Í sambandi við heildarætlanina fyri Kommunuskúlan eru uml. 3 mió kr. ikki brúktar. Nýggi Vesturskúlin er ein samanlegging av Kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum, og tí verður mett, at hesir pengar kunnu játtast og flytast til nýggju skúlaætlanina fyri hesar báðar skúlar.

Tilmæli:

Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin mæla til at seta bygginevnd og at útvega byggiskrá til nýggjan Vesturskúla í samsvari við álitið um skúlabygnað og skúlabygging, og at áður játtað upphædd kr. 3 mió frá kontu 4175 Dagføring av skúlum L41003 Kommunuskúlin høvuðsumvæling verður flutt til bygging av nýggjum Vesturskúla.

Mentamálanevndin 27. juni 2012: Ein meiriluti: Jógvan Arge, Halla Samuelsen og Elin Lindenskov taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið um fíggjarnevndina.

Ein minniluti: Annfinn Brekkstein og Vagnur Johannesen taka støðu á seinni fundi.

Fíggjarnevndin 28. juni 2012: Samtykt at mæla býráðnum til at taka undir við mentamálanevndini.

Býráðið 28. juni 2012: Einmælt samtykt.

Mentamálanevndin 10. apríl 2013: Málið varð umrøtt.

Ískoyti:

Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri leiðslur, lærarar og foreldur í skúlastýrunum í Venjingarskúlanum og Tórshavnar Kommunuskúla og umboðum fyri umsitingina (sí mál nr. 14/00423) hevur gjørt uppskot um bygnaðarliga samskipan og samanlegging av Venjingarskúlanum og Tórshavnar Kommunuskúla og tíðarætlan.

Á býráðsfundi 22. mai 2014 varð samtykt at broyta ætlaða talið av sporum í Vesturskúlanum soleiðis, at trý spor vera í yngru flokkunum og fimm spor í 8. og 9. flokki (sí mál nr. 14/00423).

Grundøkið við Landavegin, sum ætlanin er at byggja skúlan á, er 34.000 m2, til samanberingar eru grundøkini hjá Skúlanum við Løgmannabreyt og Skúlanum á Argjahamri ávikavist 22.000 m2 og 20.000 m2.