Fyrireika bygging av nýggjum skúla

Arbeiðsbólkur og
arbeiðssetningur

Í
álitinum um skúlabygnað og skúlabygging 2012-2021 (sí mál 2011-0679), sum
skúlastýrini eisini hava viðgjørt og gjørt viðmerkingar til, verður m.a. mælt
til at byggja nýggjan trý sporaðan skúla í staðin fyri Tórshavnar kommunuskúla
og Venjingarskúlan. Mælt verður eisini til at skipa forskúla og frítíðarskúla í
øllum skúlum. Haraftrat er lagt upp til at hava tilboð til næmingar við
serligum avbjóðingum.



Hesin
nýggi skúlin hevur arbeiðsheitið Vesturskúli við tað, at hann ætlandi verður
staðsettur í Vesturbýnum inn frá Landavegnum, har økið eisini er lagt av til at
byggja ítróttahøll. Inn frá Marknagilsvegnum verður miðnámsskúladepilin granni.



Tørvur
er á at gera uppskot til eitt meira útgreinað konsept bæði um samlaða virksemið
í skúlanum og bygningin sjálvan. Hetta arbeiðið er at meta sum ein fyrsta
fyrireiking og hugskotsgrundarlag fyri víðari politiskari viðgerð og støðutakan
til at seta bygginevnd og at útvega byggiskrá v.m.



Tilmæli:



Trivnaðarstjórin
og mentamálaleiðarin mæla til at geva umsitingini heimild til at seta
arbeiðsbólk við umboðum fyri umsitingina, skúlarnar, frítíðarskúlarnar og
møguliga onnur at gera uppskot til yvirskipað konsept fyri nýggja skúlanum at
lata mentamálanevndina aftur til viðgerðar í seinasta lagi 15. juni 2012.



Mentamálanevndin
30. apríl 2012:
Samtykt at taka undir
við tilmælinum.



Býráðið
2. mai 2012:
Tikið av skrá.



Ískoyti:



Arbeiðsbólkurin
hevur latið gera uppskot til yvirskipað konsept fyri nýggja skúlan, sí
frágreiðing. Arbeiðsbólkurin hevur m.a. lýst námsfrøðiliga profilin við atliti
at eitt nú ætlanini um deildarbýti, floks- og hølisbýti, samstarv millum
lærarar og pedagogar, samstarv millum skúlar, serundirvísing og næmingatrivnað.
Harumframt verður nomið við staðsetingina, bygningsstødd v.m.



Konseptið
er í góðum samsvari við álitið um skúlabygnað og skúlabygging eins og
viðmerkingarnar frá skúlastýrunum (máltal 2011-0679).



Mett
verður, at tilfarið, ið arbeiðsbólkurin hevur latið úr hondum, saman við
álitinum um skúlabygnað og skúlabygging og viðmerkingunum frá skúlastýrunum er
haldgott grundarlag fyri at fara víðari í tilgongdini at f
yrireika bygging av nýggjum
Vesturskúla. Næsta stigið er sostatt at seta bygginevnd og at útvega byggiskrá.



Til endamálið skal fígging fáast til vega. Í sambandi við
heildarætlanina fyri Kommunuskúlan eru uml. 3 mió kr. ikki brúktar. Nýggi
Vesturskúlin er ein samanlegging av Kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum, og tí
verður mett, at hesir pengar kunnu játtast og flytast til nýggju skúlaætlanina
fyri hesar báðar skúlar.



Tilmæli:



Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin mæla til at seta
bygginevnd og at útvega byggiskrá til nýggjan Vesturskúla í samsvari við álitið
um skúlabygnað og skúlabygging, og at áður játtað upphædd kr. 3 mió frá kontu
4175 Dagføring av skúlum L41003 Kommunuskúlin høvuðsumvæling verður flutt til
bygging av nýggjum Vesturskúla.



Mentamálanevndin 27. juni 2012: Ein meiriluti: Jógvan Arge, Halla
Samuelsen og Elin Lindenskov taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið
um fíggjarnevndina.



Ein minniluti: Annfinn Brekkstein og Vagnur Johannesen taka
støðu á seinni fundi.



Fíggjarnevndin 28. juni 2012: Samtykt at mæla býráðnum til at taka
undir við mentamálanevndini.



Býráðið 28. juni 2012: Einmælt samtykt.



Mentamálanevndin 10. apríl 2013: Málið varð umrøtt.



Ískoyti:



Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri leiðslur, lærarar og
foreldur í skúlastýrunum í Venjingarskúlanum og Tórshavnar Kommunuskúla og
umboðum fyri umsitingina (sí mál nr. 14/00423) hevur gjørt uppskot um
bygnaðarliga samskipan og samanlegging av Venjingarskúlanum og Tórshavnar
Kommunuskúla og tíðarætlan.



Á býráðsfundi 22. mai 2014 varð samtykt at broyta ætlaða
talið av sporum í Vesturskúlanum soleiðis, at trý spor vera í yngru flokkunum
og fimm spor í 8. og 9. flokki (sí mál nr. 14/00423).



Grundøkið við Landavegin, sum ætlanin er at byggja skúlan á,
er 34.000 m
2, til samanberingar eru grundøkini hjá Skúlanum við
Løgmannabreyt og Skúlanum á Argjahamri ávikavist 22.000 m
2 og 20.000
m
2.