
Framsýning
Eyes as Big as Plates
4. september – 4.oktober
Eyes as Big as Plates er ein verkætlan, ið Riitta Ikonen úr Finnlandi og Karoline Hjort úr Noreg hava gjørt í samstarvi við eldi fólk úr øllum Norðurlondum. Her í millum eru pensjóneraðir bóndur, djórafrøðingar, mostrar og fastrar, blikksmiðjur, operatónleikarar og 90 ára gamlir fallskíggjaleyparar. Á framsýningini verða myndir við eldri fólkum úti í náttúruni í klødd hugfloygdum búnum, ið eru gjørdir úr tilfari frá náttúruni.
Í sambandi við framsýningina bjóða listafólkini handan framsýningina seg fram at taka myndir av eldri føroyskum fólkum.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 4. september klokkan 16 í Norðurlandahúsinum – øll eru vælkomin.