Framsýning

Eyes as Big as Plates



4. september – 4.oktober



Eyes as Big as Plates er ein verkætlan, ið Riitta Ikonen úr
Finnlandi og Karoline Hjort úr Noreg hava gjørt í samstarvi við eldi fólk úr
øllum Norðurlondum. Her í millum eru pensjóneraðir bóndur, djórafrøðingar,
mostrar og fastrar, blikksmiðjur, operatónleikarar og 90 ára gamlir
fallskíggjaleyparar. Á framsýningini verða myndir við eldri fólkum úti í
náttúruni í klødd hugfloygdum búnum, ið eru gjørdir úr tilfari frá náttúruni.



Í sambandi við framsýningina bjóða listafólkini handan
framsýningina seg fram at taka myndir av eldri føroyskum fólkum. 

Framsýningin letur upp fríggjadagin 4. september
klokkan 16 í Norðurlandahúsinum – øll eru vælkomin.