Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Landing og umvælingar við Vestaru Bryggju í Havn. (Maria Olsen Photo)

Fram í kór heldur enn í flór

Stressandi spurningar um endurnýgging av fiskiflotanum, um fiskirættindi í mun til íløgur og fígging, um manningarfeløg sum óttast brot móti vunnum rættindum, um útróðrar kaos mitt í rokfiskiskapi — har er ov mikið at tríva í.

Tað trýtur ikki við avbjóðingum tá tað kemur til at fáa í lag vælvirkandi lógarkarmar fyri ta føroysku fiskivinnuna. Fyri umleið 12 árum síðani samtykti okkara høga ting at siga upp øllum verandi fiskirættindum at fara úr gildi til tann 1. januar 2018. Hildið varð eftir øllum at døma at 10 ár var nóg mikið av skotbrái til at fáa smíðjað og samtykt eina nýggja lóggávu, eina nýskipan, uttan mun til hvør ið fór at sita í Landsstýrinum.

ĺdag er greitt at hendan samtykt var í veruleikanum ein fullkomin abdikatión av allari ábyrgd. Onkur vil siga at tað eigur ikki at undra alt ov mikið, tí politikarar eru politikarar; men tann ruðuleiki sum so leingi hevur gjørt seg galdandi innan føroyskan fiskivinnupolitikk bleiv í stóran mun sleptur leysur við hesari ábyrgdarleysu støðu frá politiskari síðu.

Fleiri samgongur hava síðani roynt at komið í gongd við at skipa karmarnar av nýggjum men eingin hevur eydnast higartil. Nú kom so ein sokallað nýskipan ígjøgnum politiskt, men hon hevur yvirhøvur ikki havt undirtøku í vinnuni og hevur eisini verið broytt fleiri ferðir, og lítið bendir á at hon ikki verður broytt enn meira áðrenn langt um líður.

Her er so ein teori: Arbeiðið við nýskipanini hevur verið merkt av einum so høgum stressfaktori at mong av teimum sum hava tikið lut hava illa kunnað fingið tann arbeiðsfrið sum í veruleikanum krevst fyri at tað skal kunna eydnast. At fáa skil á einum so stórum hurlivasa krevur bæði tíð og tol, umframt stór oyru, góðar greiningar frá fólki við innliti, og meiningsfullar samtalur við allar partar í vinnuni — har má orðast ein verulig ætlan sum hongur saman, og ikki kollsiglir so skjótt rákið vendir ella vindurin øtlar.

Nakrir innlýsandi spurningar mugu setast og arbeiðast ígjøgnum systematiskt, so mikið væl at úrslitið sum kemur burturúr er nakað sum allar partar kenna seg at eiga í, so teirra undirtøka harvið eisini verður ein sjálvfylgja. Tá er talan um eina loysn sum er víðfevnd, sum tekur atlit til øll viðkomandi áhugamál í vinnuni og samfelagnum.

Tá høvdu spurningar um akutta endurnýgging av fiskiflotanum ikki stungið seg upp í ótíð sum ketta upp úr høvdatrog; alt tílíkt hevði longu verið umhugsað í einari veruligari ætlan. Tað hevði so inniborið at hædd eisini hevði verið tikin fyri spurningum um hvussu skip verða fíggjað, hvat slag av trygd ið krevst, í hvønn mun og undir hvørjum treytum møgulig útlendsk luttøka átti at verið loyvd ella ikki.

Støði hevði tá eisini verið tikið í tí sannroynd at nýggj skip eru meira orkusparandi, minni dálkandi og í allar mátar meira effektiv enn gomul, og tí bæði búskaparliga og umhvørvisliga meira ynskilig.

Les meira: https://www.fiskivinnan.com/2019/07/fram-i-kor-heldur-enn-i-flor.html#more