Fram í kór heldur enn í flór

Stressandi spurningar um endurnýgging av fiskiflotanum, um fiskirættindi í
mun til íløgur og fígging, um manningarfeløg sum óttast brot móti vunnum
rættindum, um útróðrar kaos mitt í rokfiskiskapi — har er ov mikið at tríva í.



Tað trýtur ikki við avbjóðingum tá tað kemur til at fáa í lag vælvirkandi
lógarkarmar fyri ta føroysku fiskivinnuna. Fyri umleið 12 árum síðani samtykti
okkara høga ting at siga upp øllum verandi fiskirættindum at fara úr gildi til
tann 1. januar 2018. Hildið varð eftir øllum at døma at 10 ár var nóg mikið av
skotbrái til at fáa smíðjað og samtykt eina nýggja lóggávu, eina nýskipan,
uttan mun til hvør ið fór at sita í Landsstýrinum.



ĺdag er greitt at hendan samtykt var í veruleikanum ein fullkomin abdikatión av
allari ábyrgd. Onkur vil siga at tað eigur ikki at undra alt ov mikið, tí
politikarar eru politikarar; men tann ruðuleiki sum so leingi hevur gjørt seg
galdandi innan føroyskan fiskivinnupolitikk bleiv í stóran mun sleptur leysur
við hesari ábyrgdarleysu støðu frá politiskari síðu.



Fleiri samgongur hava síðani roynt at komið í gongd við at skipa karmarnar av
nýggjum men eingin hevur eydnast higartil. Nú kom so ein sokallað nýskipan
ígjøgnum politiskt, men hon hevur yvirhøvur ikki havt undirtøku í vinnuni og
hevur eisini verið broytt fleiri ferðir, og lítið bendir á at hon ikki verður
broytt enn meira áðrenn langt um líður.



Her er so ein teori: Arbeiðið við nýskipanini hevur verið merkt av einum so
høgum stressfaktori at mong av teimum sum hava tikið lut hava illa kunnað
fingið tann arbeiðsfrið sum í veruleikanum krevst fyri at tað skal kunna
eydnast. At fáa skil á einum so stórum hurlivasa krevur bæði tíð og tol,
umframt stór oyru, góðar greiningar frá fólki við innliti, og meiningsfullar
samtalur við allar partar í vinnuni — har má orðast ein verulig ætlan sum
hongur saman, og ikki kollsiglir so skjótt rákið vendir ella vindurin øtlar.



Nakrir innlýsandi spurningar mugu setast og arbeiðast ígjøgnum systematiskt, so
mikið væl at úrslitið sum kemur burturúr er nakað sum allar partar kenna seg at
eiga í, so teirra undirtøka harvið eisini verður ein sjálvfylgja. Tá er talan
um eina loysn sum er víðfevnd, sum tekur atlit til øll viðkomandi áhugamál í
vinnuni og samfelagnum.



Tá høvdu spurningar um akutta endurnýgging av fiskiflotanum ikki stungið seg
upp í ótíð sum ketta upp úr høvdatrog; alt tílíkt hevði longu verið umhugsað í
einari veruligari ætlan. Tað hevði so inniborið at hædd eisini hevði verið
tikin fyri spurningum um hvussu skip verða fíggjað, hvat slag av trygd ið
krevst, í hvønn mun og undir hvørjum treytum møgulig útlendsk luttøka átti at
verið loyvd ella ikki.



Støði hevði tá eisini verið tikið í tí sannroynd at nýggj skip eru meira
orkusparandi, minni dálkandi og í allar mátar meira effektiv enn gomul, og tí
bæði búskaparliga og umhvørvisliga meira ynskilig.



Les meira: https://www.fiskivinnan.com/2019/07/fram-i-kor-heldur-enn-i-flor.html#more