Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Krabbameinsfelagið fegnast um at Tordis Kristiansdóttir er sett í starv sum yvirlækni og serlækni í onkologi á Landssjúkrahúsinum, hetta hevur verið eitt av fremstu ynskjunum hjá Krabbameinsfelagnum síðani felagið varð sett á stovn.

Føroyskur krabbameinslækni settur í fast starv á Landssjúkrahúsinum

Krabbameinsfelagið fegnast um at Tordis Kristiansdóttir er sett í starv sum yvirlækni og serlækni í onkologi á Landssjúkrahúsinum frá 1. oktober 2019, hetta hevur verið eitt av fremstu ynskjunum hjá Krabbameinsfelagnum síðani felagið varð sett á stovn. Hjartaliga vælkomin Tordis og blíðan byr.

Tordis Kristiansdóttir er fyrsti serlækni í krabbameinssjúkum, sum er í føstum starvi á Landssjúkrahúsinum. Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá Landssjúkrahúsinum og Krabbameinsfelagnum, at vit í Føroyum hava ein serlækna í onkologi í føstum starvi.

Eisini er tað eitt av tilmælunum í Krabbameinsætlanini frá 2009.

Í fleiri umførum er søkt eftir onkologi uttan úrslit. Landssjúkrahúsið hevur tó í mong ár havt skipan við konsulentum í onkologi, og síðani 2015 hevur skipanin verið soleiðis, at konsulentar í onkologi frá Ríkissjúkrahúsinum hava havt viðtalur á Landssjúkrahúsinum tveir dagar um vikuna.


Royndirnar við hesum skipanum hava verið góðar, men fleiri fyrimunir eru við at hava serlækna í føstum starvi. Eitt nú fer at bera til at taka ímóti fleiri sjúklingum við tað at viðtalur nú vera fimm dagar um vikuna í staðin fyri tveir. Eisini er tað eitt framstig fyri sjúklingar og starvsfólk á seingjardeildunum, at serlækni í krabbameinssjúkum er tøkur allar dagar í vikuni.

Kelda: ls.fo