Krabbameinsfelagið fegnast um at Tordis Kristiansdóttir er sett í starv sum yvirlækni og serlækni í onkologi á Landssjúkrahúsinum frá 1. oktober 2019, hetta hevur verið eitt av fremstu ynskjunum hjá Krabbameinsfelagnum síðani felagið varð sett á stovn. Hjartaliga vælkomin Tordis og blíðan byr.
Tordis Kristiansdóttir er fyrsti serlækni í krabbameinssjúkum, sum er í føstum starvi á Landssjúkrahúsinum. Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá Landssjúkrahúsinum og Krabbameinsfelagnum, at vit í Føroyum hava ein serlækna í onkologi í føstum starvi.
Eisini er tað eitt av tilmælunum í Krabbameinsætlanini frá 2009.
Í fleiri umførum er søkt eftir onkologi uttan úrslit. Landssjúkrahúsið hevur tó í mong ár havt skipan við konsulentum í onkologi, og síðani 2015 hevur skipanin verið soleiðis, at konsulentar í onkologi frá Ríkissjúkrahúsinum hava havt viðtalur á Landssjúkrahúsinum tveir dagar um vikuna.
Royndirnar við hesum skipanum hava verið góðar, men fleiri fyrimunir eru við at hava serlækna í føstum starvi. Eitt nú fer at bera til at taka ímóti fleiri sjúklingum við tað at viðtalur nú vera fimm dagar um vikuna í staðin fyri tveir. Eisini er tað eitt framstig fyri sjúklingar og starvsfólk á seingjardeildunum, at serlækni í krabbameinssjúkum er tøkur allar dagar í vikuni.
Kelda: ls.fo