Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyskar fyritøkur klárar at gera tunnlarnar

Sum áður fráboðað tekur Føroya Handverksmeistarafelag undir við Ráðgevarafelagnum og mótimælir, at P/f Eysturoyar- og Sandoyartunnilin hevur gjørt avtalu við norskt felag um forprojektering av Eysturoyartunnlinum, uttan so mikið sum at bjóða arbeiðið út. Tað er eingin ivi um, at føroyskar byggifyritøkur megna at útføra arbeiðið.

Slíkar verkætlanir eru serstakar ikki bara í Føroyum, men allastaðni. Tí er hetta ein gyltur møguleiki hjá føroyskum fyritøkum at fáa virðismiklar royndir, ið kunnu vera avgerandi í royndini at vinna verkætlanir uttanlands. Samstundis er samstarv ikki óvanligt í byggivinnuni, og tí klára føroyskar fyritøkur saktans sjálvar at finna røttu samstarvsfelagarnar, um tað skuldi verið neyðugt.

Føroya Handverksmeistarafelag heldur tað vera púra burturvið, at P/f Eysturoyar- og Sandoyartunnilin hevur valt ein norskan ráðgeva at standa fyri forprojekteringini. “Arbeiðið varð ikki so mikið sum boðið út, sum almenni innkeypspolitikkurin nágreiniliga ásetur, og sum greitt varð staðfest frá politiskari síðu” sigur Magnus Magnussen formaður í Føroya Handverksmeistarafelag.

Tað tykist ikki sum tunnilsfelagið kennir sína samfelagsligu ábyrgd. “ Hetta átti at verið ein íløga í føroyskar førleikar. Tey vilja vera við, at man ikki hevur førleikarnar í Føroyum, men hvussu skal man nakrantíð fáa hesar førleikar, tá eitt alment føroyskt partafelag ikki bjóðar arbeiðið út, soleiðis at føroyskar fyritøkur í minsta lagi hava møguleikan at bjóða uppá arbeiðið?”  spyr Magnus Magnussen.

Hann heldur at hetta er eitt sera prinsippielt mál, tí talan er um størstu byggiverkætlan í Føroya søgu. “Tað er als ikki nøktandi, at tunnilsfelagið ikki vísir føroyskum fyritøkum ta virðing, at vit fáa møguleikan at bjóða uppá arbeiðið. Tunnilsfelagið og tað almenna annars skulu halda seg burtur frá at meta um, hvat vinnan er før fyri og ikki. Teirra uppgáva er at skapa forteytir við at skipa fyri útboðum og m.a. tryggja, at útboðini eru á føroyskum máli,” sigur Magnus Magnussen.


Føroya Handverksmeistarafelag