Føroyskar fyritøkur klárar at gera tunnlarnar

Sum áður fráboðað tekur Føroya Handverksmeistarafelag undir
við Ráðgevarafelagnum og mótimælir, at P/f Eysturoyar- og Sandoyartunnilin
hevur gjørt avtalu við norskt felag um forprojektering av Eysturoyartunnlinum,
uttan so mikið sum at bjóða arbeiðið út. Tað er eingin ivi um, at føroyskar
byggifyritøkur megna at útføra arbeiðið.

Slíkar verkætlanir eru serstakar ikki bara í Føroyum, men
allastaðni. Tí er hetta ein gyltur møguleiki hjá føroyskum fyritøkum at fáa
virðismiklar royndir, ið kunnu vera avgerandi í royndini at vinna verkætlanir
uttanlands. Samstundis er samstarv ikki óvanligt í byggivinnuni, og tí klára
føroyskar fyritøkur saktans sjálvar at finna røttu samstarvsfelagarnar, um tað
skuldi verið neyðugt.

Føroya Handverksmeistarafelag heldur tað vera púra
burturvið, at P/f Eysturoyar- og Sandoyartunnilin hevur valt ein norskan
ráðgeva at standa fyri forprojekteringini. “Arbeiðið varð ikki so mikið sum
boðið út, sum almenni innkeypspolitikkurin nágreiniliga ásetur, og sum greitt
varð staðfest frá politiskari síðu” sigur Magnus Magnussen formaður í Føroya
Handverksmeistarafelag.

Tað tykist ikki sum tunnilsfelagið kennir sína samfelagsligu
ábyrgd. “ Hetta átti at verið ein íløga í føroyskar førleikar. Tey vilja vera
við, at man ikki hevur førleikarnar í Føroyum, men hvussu skal man nakrantíð
fáa hesar førleikar, tá eitt alment føroyskt partafelag ikki bjóðar arbeiðið
út, soleiðis at føroyskar fyritøkur í minsta lagi hava møguleikan at bjóða uppá
arbeiðið?”  spyr Magnus Magnussen.

Hann heldur at hetta er eitt sera prinsippielt mál, tí talan
er um størstu byggiverkætlan í Føroya søgu. “Tað er als ikki nøktandi, at
tunnilsfelagið ikki vísir føroyskum fyritøkum ta virðing, at vit fáa møguleikan
at bjóða uppá arbeiðið. Tunnilsfelagið og tað almenna annars skulu halda seg
burtur frá at meta um, hvat vinnan er før fyri og ikki. Teirra uppgáva er at
skapa forteytir við at skipa fyri útboðum og m.a. tryggja, at útboðini eru á
føroyskum máli,” sigur Magnus Magnussen.


Føroya Handverksmeistarafelag