Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Balle Mohr, Jóannes Mouritsen, Egil Sondum, Árni M. Dam, Símun Lassaberg og Arne Mikkelsen.

Føroyska bridgelandsliðið frálíkt úrslit

Norðurlandameistarakappingin í bridge hevur hetta vikuskiftið verið í Keflavík, og føroyska landslið fekk næstbesta úrslit higartil.

Í norðurlendskum høpi er trupult hjá einum føroyskum landsliði at vinna meistaraheitið. Men altíð ber til at samanbera við undanfarnar kappingar.

Sjálvt um landsliðið endaði á aftasta plássi, so var stór framgond í mun til seinastu kappingarnar. Bridgelandsliðið arbeiðir fram móti EM næsta ár. Danski úrvalsspælarin Jaob Røn hevur staðið fyri venjingini. Á landsliðnum spældu Símun Lassaberg-Árni M. Dam, Jóannes Mouritsen-Egil Sondum og Arne Mikkelsen-Dánjal Pauli Mohr(Balle).

Avgjørt er, at norðurlendska meistarakappingin í 2015 verður í Føroyum.