Norðurlandameistarakappingin í bridge hevur hetta vikuskiftið verið í Keflavík, og føroyska landslið fekk næstbesta úrslit higartil.
Í norðurlendskum høpi er trupult hjá einum føroyskum landsliði at vinna meistaraheitið. Men altíð ber til at samanbera við undanfarnar kappingar.
Sjálvt um landsliðið endaði á aftasta plássi, so var stór framgond í mun til seinastu kappingarnar. Bridgelandsliðið arbeiðir fram móti EM næsta ár. Danski úrvalsspælarin Jaob Røn hevur staðið fyri venjingini. Á landsliðnum spældu Símun Lassaberg-Árni M. Dam, Jóannes Mouritsen-Egil Sondum og Arne Mikkelsen-Dánjal Pauli Mohr(Balle).
Avgjørt er, at norðurlendska meistarakappingin í 2015 verður í Føroyum.